Mánadagin 21. august hevur felagið Føroyamál aðalfund.
Fundurin verður hildin í húsunum hjá Føroya Lærarafelag, Pedda við Steingøta 9.
Á skránni er tað, ið eigur at fara fram á aðalfundi sambært viðtøkum, harundir val av nevnd.
Greitt verður eisini frá felagnum og komandi tiltøkum, og høvi verður at tekna seg sum lim.
– Felagið vendir sær til føroysktlærarar á øllum stigum, frá barnagarði til fróðskaparsetur.
– Visjónirnar eru eitt virkið felag, sum skipar fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum, skrivar felagið, sum leggur afturat, at øll áhugað eru hjartaliga vælkomin.
##med2##