##med2##
Á Sandoynni mugu tey taka eitt ár aftrat í næstbestu fótbóltsdeildini aftaná javnleik 1-1 móti AB í uppflytingarfinaluni inni í Dal á Sandi fyrr í dag. Úrslitið merkir, at AB flytur upp og B71 endar á fjórða plássinum.
B71-AB 1-1 (1-1)
1-0 Tijani Mohamded (11.)
1-1 Teitur Jóannesarson (34.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna frásøgukvinnan hjá FM1, Jóna Nicolajsen gjørdi við Richard Goffe, høvuðsvenjara hjá B71. Richard Goffe iðrar seg um, at tað ikki bar heim hjá B71 í dag, men hann er errin av sínum liði, og errin av tí framgongd teir hava víst farna kappingarár. Richard Goffe heldur fram í B71 komandi kappingarár.
2) Hoyr samrøðuna Jóna Nicolajsen gjørdi við Karl Vidtfeldt, formann hjá B71 sum heldur, at B71 hevur havt eitt gott kappingarár hóast uppflytingin glapp í seinasta dystinum.