FM1: Tí eru Hilmar Leon og Tórður á landsliðnum

Hoyr tíðindafundin, sum hondbóltslandsliðið hjá monnum hevði mánadagin

##med2##

 

Mánadagin fyrrapart var landsliðið úttikið til seinastu undankappingardystirnar til EM 2020.

Mótstøðuliðini eru tey somu, sum tá ið landsliðið fór undir undankappingina í heyst, nevnliliga Montenegro og Danmark.

Føroyar eiga heimavøll ímóti Montenegro hósdagin 13. juni, og fyribils heimavøllurin er hesaferð í Farum, nærhendis Keypmannahavn.

Sunnudagin 16. juni eigur Danmark heimavøll ímóti Føroyum, og tann dysturin verður leiktur í stóru høllini, Gigantium, í Aalborg.

 

Á tíðindafundi mánadagin greiddi landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, frá hvørjir vóru úttiknir til hesar báðar dystir, har Hilmar Leon Jakobsen úr H71 og Tórður Guttesen úr Kyndli spæla sínar fyrstu undankappingardystir.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr tíðindafundin sum hann ljóðaði beinleiðis á FM1 mánadagin klokkan 10.00

Hoyr 1) Sonni Larsen setur navn á og greiðir frá hópinum. 2) Samrøða við Tórð Guttesen, ið spælir undankappingardyst fyri fyrstu ferð. 3) Samrøða við Sonna Larsen 4) Samrøða við Jónas Gunnarsson Djurhuus, ið hevur spælt allar landsdystirnar í hesari undankappingini.

 

##med3##

Trýst á pílin fyri at hoyra tíðindafundin har landsliðiðshópurin var úttikin