FM1: Hoyr toppskjúttan, venjaran og debutant seta orð á vónbrotið

(FM1) Hoyr stuttar samrøður við Hákun West á Teigum, Peter Bredsdorff Larsen og Paula Jacobsen

Fyrsti kappingardysturin hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Peter Bredsdorff Larsen gjørdist eitt stórt vónbrot

Fyrsti kappingardysturin hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Peter Bredsdorff Larsen gjørdist eitt stórt vónbrot

Hondbólts-Føroyar eru vónbrotnar aftaná 26-31 tapi fyri Luksemborg í HM-undanundankappingardystinum í høllini á Hálsi fyrr í kvøld. Veddingarfyritøkurnar útróptu Føroyar til greiðan favoritt, men tað sást ikki á vøllinum, og so slettis ikki í seinna hálvleiki.

Føroyar hava nú ein sera torføran arbeiðssetning móti Italia í annaðkvøld klokkan 19.30. Italia vann stórsigur 36-23 (21-13) á Lettlandi fyrr í dag. 

Luksemborg-Føroyar 31-26 (11-10)

Føroyar: Hákun West av Teigum 9, Sjúrður Olsen 5, Tróndur Mikkelsen 3, Vilhelm Poulsen 2 (1), Helgi Hildarson Hoydal 1, Peter Krogh 1, Áki Egilsnes 1, Rói Berg Hansen 1, Teis Horn Rasmussen 1, Rókur Akralíð 1

HER  ber til at hoyra stuttu samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal frá FM1 og trok.fo gjørdi við toppskjúttan, Hákun West á Teigum, venjaran, Peter Bredsdorff Larsen og debuterandi málverjan, Paula Jacobsen.

Pauli helt seg standa illa í málinum, og hevði ynskt sær eina betri debut. Venjarin ásannar, at tá ein brennur so illa sum føroyska liðið gjørdi í kvøld, so fær ein tað aftur í høvdið. Fyri Hákun var tað soltin uggi at vera valdur at vera besti spælari hjá Føroyum. 

Menn hava tó eina vón um, at avrikið móti Italia verður munandi frægari í annaðkvøld klokkan 19.30.

Sjúrður H. Hoydal sigur sjálvandi frá dystinum á FM1, og samrøður vera at finna á trok.fo aftaná dystin. 