Fleiri fólk missa starvið í Suðuroy

HÓPUPPSØGN Hóast ein partur av sparikravinum er tikin aftur, verður framvegis neyðugt at siga fleiri starvsfólkum upp á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi

Hóast sparkravið til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, er linkað reiðiliga fitt, verður tað framvegis neyðugt at siga fleiri starvsfólkum upp.
Tað staðfestir Ronnie Midjord, stjóri fyri heimið.
Upprunaliga varð talan um eitt sparikrav upp á 2,7 milliónir og tað hevði ført til, at 15 fólk fara at missa starvið.
Nú er sparikravið minkað niður í 1,478 millión og tað er munandi minni.
- Men talan er framvegis um eina stóra sparing og tað er onki at ivast í, at tær skulu finnast á lønarútreiðslunum, tí tað er næstan bara har, at sparingar gera nakran mun, sigur Ronnie Midjord.
Hann hevur onga viðmerking til, hvussu nógvar uppsagnirnar verða í tali.
Men av tí, at upprunaliga sparingin upp á 2,7 milliónir førdi til, at 15 fólk skuldu sigast upp, vísir einføld høvuðrokning, ein ein sparing upp á 1,478 millión førir til, at eini átta fólk fara at missa starvið.
Men so er ikki lagt upp fyri teimum sparingum, ið standast av, at dagprísurin eisini lækkar, soleiðis, sum Nærverkið hevur boðað frá.
Tað er heldur ikki lagt upp fyri teimum sparingum, ið ein møgulig lønarhækking í samráðingunum, sum nú eru, fara at krevja, tí samgongan hevur boðað frá, at allar lønarhækkingar skulu heintast inn aftur við sparingum, tí lønarútreiðslurnar verða ikki hækkaðar.
Ronnie Midjord váttar, at hann skilir skrivið frá Nærverkinum soleiðis, at næsta ár skulu átta tveymannakømrini á Ellis- og røktarheiminum niðurleggjast.
Hvussu tað fer at ávirka sparitiltøkini, dugur hann ikki at siga upp á standandi fót.
Annars sigur hann, at tey fara at biðja um fund við leiðsluna í Nærverkinum í næstu framtíð fyri at fáa fulla greiði á, hvussu hevði nýggju boðini skulu skiljast, heilt ítøkiliga.
Les eisini greinina: Sparingar í Suðuroy standa við.