Fiskasølan styrkir um dótturfelagið í Fraklandi

Um hálvan mars tekur Andreas F. Hansen við starvinum sum leiðari á Faroe France S. A., ið er franskt dóttirfelag hjá Fiskasøluni. Stjórin á Fiskasøluni sigur, at hetta er eitt stig í menningini av dóttirfelagnum

John Johannessen


Andreas F. Hansen er 31 ára gamal og hevur millum annað royndir sum shipping maður. Hann tekur um hálvan mars við starvinum sum leiðari av fronsku deildini hjá Fiskasøluni, ið ber heitið Faroe France S. A.. Faroe France S. A. er eitt franskt partafelag, ið Fiskasølan eigur allan eginpeningin av, so talan er um eitt dóttirfelag.

Faroe France S. A. hevur ta seinastu tíðina ikki havt nakran leiðara á staðnum. Stjórin á móðurfelagnum Fiskasøluni, Hans Jóhannes á Brúgv, hevur í seinastuni virkað sum leiðari úr Føroyum. Tó hevur fyritøkan fyrr havt ein leiðara í Fraklandi, og var hesin Johannes Jensen.


Nógv at seta seg inn í

Andreas F. Hansen sigur, at tað eru nógv ting, ið hann skal seta seg inn í, nú hann tekur við nýggja starvinum, sum leiðari av franska dóttirfelagnum hjá Fiskasøluni. Hann sigur, at talan er um eina stóra uppgávu, sjálvt um tað ikki arbeiða meira enn 3 sølufólk hjá fyritøkuni. Fyritøkan umsetir nevniliga fyri 130 milliónir frankar um árið.

Andreas F. Hansen sigur, at fyritøkla í Fraklandi selur øll sløg av fiski. Hann er tó ikki vísur í, hvørjum fiskaslagi mest verður selt av. Hann sigur tó, at Fraklendingar keypa nógv av svartkalva.

Spurdur, um hann heldur, at nakað er í spádómunum hjá normonnum um, at toskaprísirnir fara at rúka í botn, svarar Andreas F. Hansen, at hetta er væl hugsandi. Hann sigur, at tá so góðir menn, sum Kaj Leo Johannesen og Hans Johannes á Brúgv eru samdir í hesum, so má hetta takast í álvara.

Nýggi stjórin á Faroe France S. A. heldur tó ikki, at spádómurin um lækkanina av toskaprísunum er ræðandi. Hann sigur, at um marknaðarprísirnir á toski fella, er bert hjá fiskakeyparunum at keypa fiskin bíligari. Harafturat vísir hann á, at Faroe France ikki bert selur tosk, men øll sløg av fiski, ið føroysk skip fiska.

Andreas F. Hansen veit ikki enn, hvussu leingi hann skal vera í Fraklandi. Hann roknar tó við, at hann verður verandi í eini 3 ár.

*