Fiskalýsi gott fyri hjartað

Hjartasjúklingar og fólk, sum hava trupulleikar við hjartanum, fáa ein regluligari hjartasláttur og liva longri, um tey brúka fiskalýsi Tað er úrslitið av einari italskari kanning.

Kanningtin, sum hevur vart í fýra ár, hevur umfatað 7.000 fólk við hjartatrupulleikum. Helvtin fingu vanliga heilivágin, hin helvtin fingu fiskalýsi afturat, og munurin var stórur.

Italska úrslitið kemur ikki óvart á danska Hjartafelagið.

-Vit hava leingi rátt hjartasjúklingum til at eta 300 gram av fiski um vikuna, og ber tað ikki til, er fiskalýsið eitt gott ískotyi, sigur Lene Kromann-Jensen í Hjartafelagnum við danska kringvarpið DR.