Festivalurin hevur gjørt atfinningunum til skammar

Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, er týðiliga errin av ársins útgávu av Summarfestivalinum.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu takkar hon teimum mongu, sum røktu ymsar uppgávur á festivalinum.

Men serliga fáa Steintór Rasmussen og Erik Biskupstøð eina hjartans tøkk. Teir hava staðið á odda fyri besta summartiltakinum í landinum, sigur borgarstjórin.

- Tá tit fyri seks-sjey árum síðan av fyrstum løgdu til brots, mundi óivað mangur ivast, um Summarfestivalurin fór at menna seg so væl, sum hann hevur gjørt, men vit kunnu í dag staðfesta, at tit hava gjørt øllum atfinningum til skammar. Við dugnasemi, treiskni og hegni hava tit, saman við nógvum góðum kvinnum og monnum, megnað at lyft Summarfestivalin til at verða tað størsta og besta fyriskipaða summartiltakið í landinum, skrivar Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík.