Fúti og dómari móti russum

Oddagrein:

Herfyri fall dómur í máli, har russiskir fiskimenn vórðu dømdir fongsulsrevsing og útvísing. Teir høvdu stolið stolið ymsar vørur í handlum fyri nakrar túsund krónur, men har so gott sum alt kom afturíaftur.

Sjálvandi góðtaka vit ikki tjóvarí, og sjálvandi skulu slík lógarbrot revsast.

Men tá spurningurin kemur til mannagongdir, málsviðgerðir, ákærur og sjálva revsingina, so eru helst fleiri meiningar. Og tað gav eisini at bíta henda dagin í rættinum, har annar av verjunum hjá ungu russum varð rættiliga bersøgin og opinskáraður. Sambært rættarreferenti okkara segði hann: -Viðferðin, sum hesir menninir fáa, er í andsøgn við, hvussu fittir føroyingar eru á jólum, tá ið fólk fara umborð á russisku skipini at bera teimum mat. Vit sóla okkum allan desember mánað í góðsku segði advokaturin, sum helt, at menninir áttu at sloppið við eini lítlari bót. At krevja fongsul helt hann vera heilt vitleyst, tí teir høvdu sitið varðhaldsfongslaðir og eisini helt hann hetta lógarbrot verða ov lítið til at útvísa menninar fyri.

Hesum kunnu vit ikki vera meira samd í. Nú er tað ikki vanlig siðvenja, at ivi verður sáddur yvir feldar dómar. Vit halda tað tó vera talan um eitt rættiliga prinsipielt mál, har eitt danskt politi- og dómsvald í Føroyum eftir okkara tykki yvirkriminaliserar russiskar fiskimenn í Føroyum. Dómurin og viðferðin hesir hava fingið er út um alt mark. Fyri hetta sera avmarkaða lógarbrot eru teir stemplaðir fyri restina av lívinum og eingin veit, hvat bíðar teimum í heimlandinum.

Eiga ein fúti og ein dómari ikki eisini at stinga fingurin í jørðina í slíkum máli. Hvønn rætt hava teir til at viðgera slíkt smámál, sum var talan um stóran kriminalitet. Eiga teir ikki eisini at hava í huganum relatiónir millum samstarvstjóðir, tá teir fara so langt í einum so lítlum máli! Eiga teir ikki eisini at taka atlit fyri umstøðunum hjá hesum ungu monnum, sum eru langt heimanífrá. Vit verja ikki tjóvarí, men tað má vera uppgávan hjá ákæru- og dómsvaldinum her á landi eisini at hava proportióninir í huganum, tá slík mál verða viðgjørd. Er tað ikki fullkomin proportións “forvrængning”, tá man yvirdramatiserar slíkt mál, sum jú kundi verið avgreitt skjótt og einfalt við eini bót!

Høvdu danir ella norðbúgvar fingið líknandi viðferð í slíkum máli!

Vit eiga øll at troyta karmarnar í demokratiinum og eiga tí heldur ikki uttan víðari at góðtaka alt tað, sum ákæruvaldið kemur við. Lógir skulu fylgjast, men hví kunnu tulkingar og útleggingar av lógargreinum ikki eisini koma hesum russum til góða við einum linum dómi heldur enn landsburturvísan og fongsul, atlit, sum rætturin fyrr hevur tikið í líknandi máli. Tað ger ikki støðuna betri, at tað er fútin sjálvur, sum er ákæri í hesum máli.

Hetta kemur í kjalarvørrinum á øðrum russaramáli, har ákæruvaldið gjørdi arrest í russiskum skipi og nú er komið sær út á djúpt vatn, tí eingin loysn finst í ávísa skipamálinum. Eisini her kundi ákæruvaldið havt avgreitt málið við eini bót og so varð tað tað. Var eisini har talan um eina yvirkriminalisering í eini ivasamari tøku av útlendskum skipi!