Fýrverkarí á midnátt

Hósvík: Um vikuskiftið verður Sundalagsstevnan hildin í Hósvík. Frammanundan stevnuni er gjørt eitt stórt arbeiði við at fyrireika alt væl, har høvuðstiltakið uttan iva er kappróðurin seinnapartin í dag.
Eitt annað tiltak, sum helst eisini fer at savna væl av fólki er midnáttarsamkoman í kvøld.
Á skránni er felagssangur og ein midnáttarrøða, sum løgtingskvinnan Heidi Petersen fer at halda. Sundakórið fer eisini at seta sín dám á, og eftir at tey hava sungið nakrar sangir verður fýrverkarí.
So er bert eftir at vóna, at veðrið verður soleiðis at fýrverkarí?ið verður eins vakurt og slíkt eigur at verða.