Tónleikur
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Bár?ur Háberg hevur í"$?$end$!$Bárður Háberg hevur í</st1:PersonName$?$end$!$ nógv ár livað við dreyminum um eina tilveru sum lagasmiðjur, tónleikaframleiðari, ljóðblandstøkningur ella okkurt annað innan tónleika ídnaðin, og hóast hann hevur arbeitt miðvíst við hesum ætlanum, og hevur sent hópin av demofløgum kring allan heimin, so er tað mest sum av tilvild, at lagið Mind The Gap, ið Bárður hevur skrivað saman við James Olsen, nú verður spælt í turkiskum útvarpi fyri milliónum av lurtarum í minsta lagi 4. hvønn tíma.<BR>
Helt onkur gjørdi gjøldur
Bárður sigur, at hann helt at tað var onkur, sum royndi at gera gjøldur við honum, tá DJ Olcay úr Capital Radio í Turkalandi setti seg í samband við hann og spurdi, um hann kundi spæla lagið hjá Bárði í Capital Radio, ið er ein av størstu útvarpsstøðunum í Turkalandi. Men Bárður játtaði sjálvandi. Hann var tó ikki heilt sannførdur, fyrr enn hann sjálvur hoyrdi lagið spælt á turkisku útvarpsstøðini, ið sendur á alnetinum umframt á bæði AM og FM bondunum.
Ein risastórur marknaður
Hetta er ein stór støð greiðir Bárður frá, og potentielt er talan um fleiri milliónir av lurtarum. Í Turkalandi búgva ikki færri enn 69 millónir fólk, so talan er um ein risa stóran markna, ið lagið hevur fingið ein fót inn á. Týsdagin varð lagið spælt í turkiskum útvarpi fyrstu ferð, og tað er í løtuni í b-rotatión, ið merkir, at tað verður spælt í minsta lagi 4. hvønn tíma. Men frá næstu viku verður lagið flutt í a-rotatión, og verður tá spælt í minsta lagið annan hvønn tíma.
DJ Olcay hevði funnið lagið á alnetinum og varð so bergtikin av tí, at hann setti seg í samband við Bárð. Heilt hvar á alnetinum Olcay hevði funnið lagið veit Bárður ikki tí tað liggur bæði á myspace síðuni hjá Bárði og á heimasíðuni hjá felagnum hjá Bárði broadrange.net.
Sigrey syngur
Lagið sjálvt er eitt væl framleitt og fangandi popplag. Tað er Sigrið Rasmussen, ið syngur á lagnum, og hennara kunstnararnavn Sigrey, ið verður nevnt tá turkisku útvarpsvertirnir spæla lagið. So tað er eisini Sigrid, ið verður stjørna í Turkalandi, um lagið gerst eitt hitt. Men hetta tykist ikki at nerva Bárð, ið ynskir at virka aftan fyri leiktjøldini heldur enn framman fyri tey.
Tað er sjálvandi sera gott fyri arbeiðsvónirnar sum sangskrivari, at hava skrivað eitt lag, ið gerst eitt hitt í onkrum landi. Bárður sigur, at hon dámar væl at arbeiða saman við Sigrid Rasmussen: Hon er øgiliga ambitiøs og dugnalig sigur hann.
Í samband við i-tunes
Bárður hevur sent fløgur við Mind The Gap til nógv ymisk plátufeløg, tó uttan at nakað av hesum hevur latið frætt frá sær. Tí eru møguleikarnir fyri at fáa stakfløguna útgivna í Turkalandi beinanvegin eisini avmarkaðir. Men Bárður hevur sett seg í samband við alnet sølustaðið i-tunes, um at seta lagið til sølu har, men enn hevur hann ikki frætt aftur. i-tunes er ein sera ómaksleysur háttur at selja lagið og krevur ikki nakra størri framleiðslu.
Í løtuni er greitt, at lagið verður spælt á útvarpsstøðini yvir hundrað ferðir næstu tvær vikurnar, og so er at vóna, at hetta er nóg mikið til, at turkiski lurtarin verður fangaður av lagnum, og at tað verður liggjandi í a-rotatión eina tíð afturat.
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Bár?ur Háberg arbei?ir í"$?$end$!$<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Bár?ur Háberg arbei?ir"$?$end$!$Bárður Háberg arbeiðir</st1:PersonName$?$end$!$ í</st1:PersonName$?$end$!$ løtuni við eini aðrari verkætlan, ið kanst gerast minst líka áhugaverd. Saman við vinmanninum Óla Jógvansson er Bárður við at stovna Barioli Mucic, eitt felag, ið bjóðar sangir fram til listafólk . Í hesum sambandi hava teir spælt inn fimm løg við svensku songkvinnuni Nana Hedin. Hedin hevur áður sungið við m.ø. E-Type og Celine Dion. Tað er eingin loyna, at ambitiónirnar hjá Bárði eru stórar og gerst lagið Mind The Gap eitt hitt í Turkalandi, kann dreymurin førka seg eitt sindur nærri.<BR>
Turkiska útvarpsrásin hoyrist á www.capitalradio.com.tr/ lagið Mind The Gap liggur m.a. á www.myspace.com/barhab