Navnalóg
Føroyingar sleppa ikki at doypa børn síni føroysk nøvn í Danmark. Ikki tí, at danir ella danskar lógir lógir hava nakað i móti tí sum so, men tí at føroyskir myndugleikar onga seravtalu hava gjørt við danir um málið, tá vit fingu nýggja navnalóg í fjør.
Eini ung føroysk hjún, sum í farnu viku skuldu skriva barn sítt inn í danskari kirkju, fingu at vita , at barnið sleppur ikki at eita tað navnið, tey høvdu ætlað tí. Navnið var føroyskt dreingjanavn, við bókstavinum »ó« uppií. Umframt skuldi drongurin eita farðirnavnið, sum hevur sama bókstav, sum millumnavn.
Men tað bar ikki til, segði deknurin, sum skriva skuldi. Hann mælti teimum til at doypa barnið í Føroym, men so máttu tey tó rokna við, at navnið varð broytt, tá tey komu niðuraftur.
Tí siga bæði Løgmálaráðið og Føroya biskupur, at talan má vera um ókunnleika hjá teimum donsku myndugleikunum, sum hava verið uppi í hesum ávísa málinum.
Møguligt við gjaldi
Ólavur Jógvansson á Grótheyggi sleppur stutt og greitt ikki at vera til, tá hann sum sjey mánaðar gamal kemur aftur til Danmarkar, eftir at foreldrini hava verið í Føroyum í barnsburðarfarloyvi. Tá tey koma niðuraftur, og drongurin skal skrivast í danska kirkjubók, verður galið.
?Desværre bliver við nødt til at forandere navnet til for eksempel Olaf Stenhøj, fer deknurin at siga, tá foreldrini fara at skriva unga alvan inn. Ella fara tey at fáa at vita, at eftir sum abbin nú eitur Hansen til eftirnavn, kann barnið eisini sleppa at eita Olaf Hansen í Danmark, hóast hann í Føroyum er doyptur Ólavur Jógvansson á Grótheyggi.
Tó er enn ein møguleiki, sigur deknurin. Hann er, at umsókn verður send statsamtinum um »navnaforandring ved navnebevis«. Um barnið er yngri enn hálvt ár, kann undantaksloyvi gevast til at eita hetta góða føroyska navn. Men roknast skal við, at avgreiðslutíðin er einar tríggjar til fimm mánaðar. Og so kann væl henda, um umsóknin ikki er send, samstundis, sum barnið er føtt, at so mikið er útliðið, at barnið er vorðið eldri enn hálvt ár, áðrenn umsóknin verður avgreidd. Tá er so kortini ein møguleiki eftir, sambært sama dekni og Statsamtet. Og tað er at gjalda 3.000,- krónur fyri at fáa loyvi at kalla barnið tað navn, tað av presti er doypt í Føroyum.
Men her haltar kortini við upplýsingunum, siga Løgmálaráðið og biskupur.
Politiskar orsøkir
Grundin til verandi støðuna er politisk, sigur Bárður Larsen, sum umsitir navnalóggávu á Løgmálráðnum.
Danir hava gjørt avtalur um fólkanøvn við millum onnur ymsu Norðanlondini. Men Føroyar sleppa ikki upp í part, tí Føroyar eru ikki sjalvstøðugt land. Tað krevst nevniliga, um sínamillum avtala skal gerast á økinum, sigur Barður Larsen.
Kortini sigur hann, at danir eru farnir at slaka eitt sindur í sínum tulkingum av málinum.
Eitt nú kunnu føroyingar, sum eru lesandi í Danmark, roknast sum fyribils búsitandi í landinum, og á tann hátt sleppa undan reglunum, soleiðis at teir kunnu brúka føroysk nøvn til børn, sum fødd verða í hesum tíðarskeiðnum í Danmark.
Men ymiskt er, sum bendir á, sigur Bárður Larsen, at hesi boð ikki allastaðni eru komin fram til rætta viðkomandi.
Bispur hevur svarið
Men Hans Jacob Joensen, biskupur, er ikki í iva um, at føroyska navnalóggávan er galdandi, tá talan er um føroyingar, sum eru fyribils búsitandi í Danmark. Tað eru fólk undir útbúgving, í fyribils arbeiðsørindum ella sum á annan hátt eru stødd í Danmark eina tíð.
Tey kunnu til einahvørja tíð brúka føroysk nøvn til síni børn. Einasta krav er, sigur biskupur, at børnini verða doypt í Føroyum.
Føroya biskupur hevur spurt seg fyri hjá danska CivilRetsDirektoratet um málið. Og CivilRetsDirektoratet er rættiliga liberalt í síni tulking, sigur Hans Jacob Joensen.
Í skrivi til Føroya biskup sigur CivilRetsDirektoratet, at tað, sum er skrásett hjá fólkayvirlitinum, sum so ikki er avgerandi fyri, um persónurin er fastbúgvandi í Danmark ella ikki. Tað velst um eina persónliga tulking av, hvussu leingi viðkomandi verður búgvandi.
Tað vil siga, at eitt nú føroyingar, sum hava fingið fastan bústað, eiga ogn, ella hava fast starv í Danmark, verða roknaðir sum danir, og sostatt koma undir danska navnalóggávu. Til dømis er eingin ivi um, at ein føroyskur prestur í Jyllandi, sum doypir eitt av sínum egnu børnum, má kalla drongin David og ikki Dávur.
Men tann føroyski lesandi í Keypmannahavn, sum fer til Føroya at doypa sonin »Ólavur Jógvansson á Grótheyggi«, hevur fullan rætt at lata hann eita so, tá tey koma niður aftur at gera útbúgvingina hjá foreldrunum lidna. Treytað av, at ætlanin er at flyta heimaftur, eftir lokna lestrartíð, sigur Hans Jacob Joensen, sum fær viðhald í skrivinum frá CivilRetsDirektoratet.
?Tey skulu als ikki broyta navnaseðilin og so avgjørt ikki gjalda nakað sum helst, sigur biskupur.