Føroyingar byrja at virðismeta ta góðu rávøruna

Tað gongur spakuliga tann rætta vegin at umvenda føroyingar frá piparbúffinum til at virðismeta ta framúrskarandi føroysku rávøruna. Tað sigur Ruben Busk, kokkur á Hotel Hafnia, sum um vikuskiftið hevði vitjan av fleiri stjørnukokkum úr Keypmannahavn.

Rasmus Leck Fischer, sum arbeiðir sum sjálvstøðugur kokkur, og sum hevur givið ymiskar bøkur út, sum handla um mat og drekka, er ógvuliga hugtikin av tí føroysku rávøruni. Hann kann gott hugsa sær at arbeitt við føroyskari rávøru í framtíðini.

Adrian Norwood úr California, sum starvast sum kokkur á matstovuni "Geranium" í Keypmannahavn heldur, at Føroyar hava góðar møguleikar at gerast eitt mat-turistland í framtíðini.

Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðurnar, sum Rás2 hevði við Ruben Busk, Rasmus Leck Fischer og Adrian Norwood, sum allir seta síni orð á ta framúrskarandi føroysku rávøruna.