Føroyaflokkurin til reiðar við nýggjum valevni

Nú hevur Hjalmar Zachariassen savnað 500 undirskriftir saman. Tá 600 undirskriftir eru komnar í hús, avdúkar hann nýggja valevnið hjá Føroyaflokkinum

Fólk kunnu spakuliga byrja at venja seg við tankan um, at enn ein nýggjur flokkur verður á valevnislistanum til komandi løgtingsval. Tí nú byrjar av álvara at lukta av veruleika hjá nýstovnaða Føroyaflokkinum, sum ikki manglar nógvar undirskriftir fyri at kunna stilla upp til løgtingsvalið.

- Vit hava fingið 500 undirskriftir nú. Tá ið 600 undirskriftir eru komnar, kunngeri eg fyrsta valevnið, sigur Hjalmar Zachariassen, sum hevur stovnað flokkin, við in.fo í kvøld. 

Hann leggur aftrat, at fleiri valevni fara at verða kunngjørd so líðandi, og talan verður tí ikki bara um eitt valevni aftrat sær sjálvum til valstríðið, sum Føroyaflokkurin møguliga verður partur av. 

Í gjár varð annars greitt, at hann var komin í helvt, tí tá vóru 400 undirskriftir komnar í hús. Men longu í kvøld eru umleið 100 komnar aftrat, so nú manglar Føroyaflokkurin sostatt 300 undirskriftir frá føroyskum borgarum.

Tað vóru kanska summi, sum skriðaðu sær í nakkanum í síðsta mánað, tá Føroyaflokkinum boðaði frá, at flokkurin ætlar sær at stilla upp til komandi løgtingsval, aftaná at hava verið í dvala í tríggjar mánaðir. Tey skeptisku meintu, at flokkurin ikki fór at megna at fáa 800 fólk at skriva undir, áðrenn løgtingsval verður útskrivað, væntandi á ólavsøku.

Men nú manglar flokkurin ikki nógvar undirskriftir, og har eru eftir øllum at døma enntá fleiri valevni til reiðar at stilla upp, sum bara bíða eftir at blíva almannakunngjørd.