Fjúrtan fólk verða søgd úr starvi í Føroya Banka, og fimm bankadeildir verða niðurlagdar Á tíðindafundi í Føroya Banka í morgun boðaði bankaleiðslan frá umskipingum í deildarnetinum.
Hetta merkir at Deildirnar í Vági, Sørvági, á Strondum, við Norðskála og í Gøtu verða niðurlagdar, og samstundis merkir hetta eisini at 14 fólk verða søgd úr starvi, og tað verða tey í morgin.
Nøkur fólk verða eisini flutt á aðrar deildir at arbeiða, og er talan serliga um kundaráðgevarnar.