Fýra umsóknir um loyvi at senda nærvarp í Føroyum

Men nær tær verða avgreiddar, er ein góður spurningur. Bíðað verður eftir, at ein donsk lóg skal verða sett í gildi fyri Føroyar

Enn er ógreitt, nær tey, fáa svar, sum hava søkt um loyvi at senda nærvarp í Føroyum.

Undirvísingar og mentamálastýrið upplýsir, at tað eru komnar fýra umsóknir um loyvi at senda nærvarp.

Onkur hevur søkt um loyvi at senda útvarp, onkur sjónvarp og onkur bæði.

Í hvussu so er tann eina umsóknin er um at fáa loyvi at senda útvarp við kristiligum tilfari.

Onkur annar hevur biðið um loyvi at senda tónleik.


Sleppur ikki til arbeiðis

Loyvisnevndin, sum skal viðgera umsóknirnar, er mannað og er klár at fara til arbeiðis.

Men hon sleppur ikki til arbeiðis enn.

Ingemar Djurhuus, løgfrøðingur í undirvísingar- og mentamálastýrinum sigur, at tað, sum bíðað verður eftir, er, at fjølmiðlaábyrgdaralógin skal verða sett í gildi í Føroyum.

Hetta er ein donsk lóg, sum skal setast í gildi fyri Føroyar.

­ Vit hava rykt lógardeildina, sum hevur rykt ríkisumboðið, sum aftur hevur rykt danska lógmálaráðið eftir, nær lógin verður sett í gildi fyri Føroyar.

Hann dugir ikki at siga, hví tað dregur út. Talan er bara um ein avgreiðsluspurning, tí alt forarbeiðið er gjørt.

Orsøkin til, at bíðað verður eftir fjølmiðlaábyrgdaralógini er, at í lógini um kringvarp stendur, at tey, sum fáa loyvi at senda nærvarp, skulu lúka treytirnar í fjølmiðlaábyrgdarlógini.

Ingemar Djurhuus sigur, at tey tí vilja hava fjølmiðlaábyrgdaralógina lógina setta í gildi fyri Føroyar.

Hann heldur ikki, at tað ber til at geva sendiloyvi áðrenn allir teir løgfrøðiligu karmarnir eru í lagi.