Tað hevur verið av allar ringasta veðrið í nátt, og tað er nógvur vindur enn. Nógvastaðni er hann framvegis yvir 30 metrar um sekundið
Løgreglan heitir framvegis á fólk, sum ætla sær út, um at vísa størsta varsemi. Tað eru hendir nógvir skaðar, og enn hava fólk ikki havt høvi til at rudda ordiliga upp. Sostatt liggur byggitilfar, og alt møgulig annað liggur framvegis leyst og kann fúka á fólk og samstundis kann tað vera so skjótt at koyra á ymiskt, ið liggur á vegunum.
– Vit mæla ikki beinleiðis fólki frá at fara út. Men vit mæla teimum til at vísa størsta varsemi - og ongantíð betur, kunnu tey bíða við at fara út til tað verður ljóst og tað verður lættari at fylgja við í tí, sum hendir rundan um ein.
Hóast løgreglan ikki mælir fólki frá at fara út, verður beinleiðis mælt til at koyra undir Gøtueiði og um Sandavágsháls.
Á Gøtueiði hava takplátur og annað ligið á vegnum, tað er ruddað burtur, men løgreglan mælir frá at koyra um Gøtueiði til nærri boð verða givin.
Tað sama er galdandi um sandavágsháls, har eru eitt strekki av bilaverjuni skrætt leyst og liggur út á vegin, so eisini har mælir løgreglan frá at koyra, til nærri boð verða givin.
Løgreglan veit eisini á á Lambareiði liggja strikrullur og ymiskt annað leyst, sum kann koma á bilar, ella sum bilar kunnu koyra á.