Hákunardrongur situr við tína song
og koyrir tær torvmold í eygað.
Hann syngur eina vísu um, at náttin er so long,
og tú má honum lova,
at tú legst at sova,
tá sleppur tú í Dreymaland,
at spæla til tað lýsnar.
So skrivar Anker Eli Petersen í sanginum Á ferð til dreymaland. Kortini eru mong, sum hava ilt við at sova, hóast tey royna. Tað er als ikki ókent, at fólk føla, at tey ongantíð fáa sovið heilt út um heystið og veturin. Sannleikin er, at ein orsøk ofta er, at tað er vorðið myrkari.
Í mánaðunum við minni dagsljósi hava nøkur lyndi at flyta sína innari døgnrútmu. Tá verður verri at koma úr songini um morgunin og man verður troyttur seinni út á kvøldið. Tá vekkarin so kortini ringir um somu tíð, uppliva nøkur okkara at vit sova styttri um veturin enn um summarið. Trupulleikarnir koma ofta sníkjandi inn í oktobur, meðan tað lættir aftur í mars, siga serfrøðingar.
Svøvur er týdningarmikil fyri at koma fyri seg. Tá tú svevur nullstillar tú bæði likamið og heilan. Kanningar vísa, at ov lítið av svøvni er ringt fyri heilsuna og hevur skaðiliga ávirkan á heilan. Kanningar vísa eisini, at um ein hevur svøvntrupulleikar eru sannlíkindini størri fyri, at ein fær sinnissjúkur sum angist ella tunglyndi.
Her eru nøkur ráð frá serfrøðingum, um hvussu tú kanst sova betri um næturnar.
1) Tak tað róligt um kvøldið
Kroppinum og høvdinum tørvar ró seinastu løtuna áðrenn tú skalt sova. Tí skal man helst ikki venja um kvøldið. Ven heldur fyrrapart ella seinnapart. Sagt verður, at ein ikki skal venja seinastu tríggir, fýra tímarnar áðrenn tú skalt sova. Ein eigur heldur ikki at fáast við krevjandi intellektuelt arbeiði ella sterkara kensluligari stimbran beint áðrenn songartíð.
2) Fá dagsljós
Syrg fyri at fáa minst hálvan tíma við dagsljósi fyrrapartin – hvønn dag. Hetta er við til at stilla innaru klokkuna og stýrir nær tú vaknar og gerst troyttur. Dagsljósið er týdningarmesta amboðið at stilla okkara innaru rútmu.
3) Um tú ikki fært sovið – far upp!
Ligg ikki leingi og tveit teg aftur og fram í songini, um tú ikki sovnar. Far upp og ver í einum øðrum rúmi til tú verður troyttur aftur. Royn so aftur. Um tú verður liggjandi vakin í songini, fert tú við tíðini at tengja órógv saman við songini.
4) Stúrir tú fyri onkrum? Skriva tað niður!
Stúran er ein vanligur svøvntjóvur. Nógv hava ilt við at sovna, tí at so skjótt tey sløkkja ljósið, byrja tey at stýra fyri øllum møguligum.
Brúka ein hálvan tíma mitt á degi at hugsa um tínar trupulleikar. Skriva teir niður, tosa við teg sjálvan ella onkran annan. Tað ræður um at minka um virksemi í kroppinum, eisini í høvdinum. At stúra, tá ein roynir at sova virkar á sama hátt sum at fara at renna beint áðrenn songartíð – tað er ov nógv virksemi í likaminum.
5) Kamarið er til sex og svøvn
Ikki brúka kamarið til annað enn sex og svøvn. Alt annað eigur at gerast aðrastaðni. Orsøkin er, at vit skulu hugsa um kamarið sum eitt stað, har vit sova, ikki eitt stað, har vit lesa ella surfa á internetinum ella annað.
Kamarið eigur eisini at vera væl ventilerað og hitin skal vera millum 14 og 20 stig.
6) Lær teg nøkur øvilsi fyri at slappa av
Spenn musklarnar í nakkanum og høvdinum, og slappa síðani av. Á hendan hátt lærir man likamði at kenna mun.
7) Far ikki í song svangur
Fer ein svangur til songar kann tað órógva svøvnin. Onkur sigur, at ein tekur uppá, um man etur um kvøldið, men tað sigur vísindin ikki. Et heldur eitt lítið máltíð, ein tíma áðrenn songartíð.
8) Ansa eftir koffeininum
Um tú ofta hevur trupulleikar at sovna, viðmæla serfrøðingar, at tú drekkur minni koffein seinnapartin. Tað tekur sera langa tíð hjá kroppinum at viðgera koffeinið.
Minst tó til at koffein ikki bara finst í kaffi, men eisini í myrkari sjokolátu, cola-drykkum, orkudrykkum og myrkum te.
9) Varðveit døgnrútmuna
Hav eina regluliga og góða svøvnrutinu. Legg teg og far upp um somu tíð, eisini um vikuskiftið. Tað er serliga týdningarmikið at fara upp eitt fast klokkuslett. Hóast teimum flestu dámar at sova longri í vikuskiftinum, eigur tað ikki at vera meiri enn ein, kanska tveir tímar enn vanligt. Menniskja er eitt vanadjór og kroppinum dámar ikki væl broytingar.
10) Ger tær kvøldsvanar!
Vit vita, at fastir kvøldsvanar virka væl við børnum, men tað hjálpir eisini vaksnum. Nøkrum dámar at lesa eina bók ella at drekka ein heitan drykk (uttan koffein), áðrenn tey skulu leggja seg.
Kelda: vg.no