Frakland og Kroatia spældu í kvøld ein sera javnan og spennandi dyst í EM-millumbólki 1 í Köln.
Frakland var greiður favorittur, men kroatar góvu teimum skarpan gang. Endin var, at Frakland vann ein tepran 34-32 sigur. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.
Fyrr í dag vann Eysturríki í sama millumbólki eitt sindur óvæntað 30-29 (17-17) á Ungarn.
Frakland er einsamalt oddalið við fýra stigum. Eysturríki hevur trý stig, Ungarn hevur tvey stig og Kroatia hevur eitt stig. Týskland og Ísland hava einki stig, men teirra dystur fór í gongd klokkan 19.30, so har fær annað liðið, ið hvussu er stig í kvøld.
Frakland - Kroatia 34-32 (18-18)
Frakland: Dika Mem 6, Nikola Karabatic 5, Nicolas Tournat 4, Yanis Lenn 3, Nedim Remili 3, Ludovic Fbregas 3, Hugo Descat 3, Kentin Mahe 2, Dylan Nahi 2, Elohim Prandi 1, Luka Karabatic 1, Valentin Porte 1.
Kroatia: Zvonimir Srna 6, Igor Karacic 4, Mateo Maras 4, Luka Klarica 4, Marin Jelinic 4, Mario Sostaric 3, Tomislav Kusan 3, Luka Cindric 2, Veron Nacinovic 1, Filip Glavas 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Frakland og Kroatia:
##med2##
20/1 klokkan 14.30: Frakland-Ísland
20/1 klokkan 17.00: Ungarn-Kroatia
20/1 klokkan 19.30: Týskland-Eysturríki
22/1 klokkan 14.30: Kroatia-Ísland
22/1 klokkan 17.00: Frakland-Eysturríki
22/1 klokkan 19.30: Týskland-Ungarn
24/1 klokkan 14.30: Eysturríki-Ísland
24/1 klokkan 17.00: Frakland-Ungarn
24/1 klokkan 19.30: Týskland-Kroatia