Eitt valumfar afturat í Serbia

Tann víðgongdi tjóðskaparmaðurin Tomislav Nikolic vann í gjár fyrra umfar av serbiska forsetavalinum Sambært valnevndini fekk Tomislav Nikolic 38 prosent av atkvøðunum, og verandi forsetin, tann hóvligi Boris Tadic, fekk 35 prosent.

Undir valstríðnum legði Tomislav Nikolic dent á, at Serbia nýtist ikki at fara upp í ES, men at landið kann halda seg aftur at Russlandi ístaðin fyri.

Eitt annað evni í valstríðnum var Kosovo, og eygleiðarar halda, at júst tað stríðið hevur givið Nikolic nógvar atkvøður.

Á valinum fyri fýra árum síðani vann Tomislav Nikolic eisini fyrra valumfar, men tapti tað seinna.