Egil skoraði fyrsta málið móti Rumenia

Í kvøld hava Føroyar fyri fjórðu ferð spælt fótbóltslandsdyst ímóti Rumenia. Úrslitið var 3-1. Føroyskur málskjútti var miðverjin Egil á Bø, sum sjey minuttir undan leikloki við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Súni Olsen hevði lagt frísparksinnlegg aftarlaga frá úr vinstru.

Málið var merkisvert á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at tað eydnaðist at skora mál ímóti Rumenia.

Eftir málið høvdu føroysku spælararnir hug at leggja meiri fyri í álopspartinum. Tað eydnaðist ikki at javna. Í staðin staðfesti Rumenia sigurin við at skora til 3-1, eftir at Jákup Mikkelsen ikki hevði megnað at hildið bóltin eftir ikki serliga vandamikla skotroynd. Jákup hevði annars ikki so nógv at gera í sínum 67. og síðsta landsdysti, sum hann ofta áður hevur havt.

Einasta málið í 1. hálvleiki fekk Rumenia í 16. minutti, tá ið Iulian Apostol við nógvari ferð kom í brotsteigin mitt fyri og eitt vet til høgru og sendi bóltin dyst inn við nærra stólpa.

Rumenia økti til 2-0 við góðum stútara eftir innlegg úr høgru, og so var tað, at Føroyar minkaðu um munin, og at Rumenia svaraði aftur og vann 3-1.

----

 

10 min

0-0

Rumenarar hava havt bóltin mest sum alla tíðina. Tað hevur verið striltið hjá føroyingunum at fáa fótbóltsspæl í lag.

Fróði Benjaminsen lá eina løtu eftir sera ljóta takling inn á skinnabeinið.

 

16. 1-0 Iulian Apostol

 

Éftir uppspæl í høgru, har tað nógva av uppspælinum gongur fyri seg, breyt Iulian Apostol ígjøgnum og sendi bóltin flatt dygst inn við nærra stólpa.

Lítlu løtuna eftir málið hevur Rumenia tvær ferðir verið nær við. Rumenarnir eru skjótir, og føroyska liðið er um ein háls.

 

23 min

1-0

Føroyska liðið er kroyst langt aftur á vøllin, og ofta eru 8-9 hvítir og bláir í brotsteiginum frammanfyri Jákup Mikkelsen. Jákup Mikkelsen hevur havt eina meistarliga bjarging.

Føroyingar hava fyri lítlari løtu síðani fyri fyrstu ferð verið á vitjan í rumenska brotsteiginum.

 

30 min

1-0

Leikgongdin er tann sama. Eftir snarálop legði Símun Samuelsen væl innfyri úr vinstru, og tað var um reppið, at Fróði Benjaminsen var fyrri á bóltinum enn málverjin.

Egil á Bø hevur sæð gult fyri at halda í støðu, sum annars varð avblást orsaka av rangstøðu.

 

40 min

1-0

Heimayvirvágin er framvegis stór, men tað hevur ikki verið ofta, at málmøguleikarnir hava verið stórir.

 

45 min + 4 min

Hálvleikur

1-0

Dómarin legði fýra minuttir aftrat. Cristian Panin hevur sæð gult fyri grova takling ímóti Símuni Samuelsen.

 

55 min

1-0

Leikferðin fyrstu løtuna í 2. hálvleiki hevur ikki verið serliga høg. Tað hevur borið við sær, at føroysku spælararnir hava verið betri førir fyri at fylgja við.

Símun Samuelsen hevur sæð gult fyri at spenna bein, og Nicolae Grigore hjá Rumenia fyri ljóta takling.

 

64 min

2-0

Gheorghe Bucur er fremstur eftir innlegg úr høgru og við nærra stólpan stýrir hann við høvdinum bóltin dygst inn við stólpanum. Bukur er skjótari enn Egil á Bø, og Jákup Mikkelsen er prísgivin.

 

70 min

2-0

Bogi Løkin hevur avloyst Christian Lamhauge Holst.

Útskiftingin ber við sær, at Jákup á Borg er fluttur úr sentrala leiklutinum og út í høgru, og at Bogi Løkin er mest framrættaði sentrali miðvallarin.

 

75 min

2-0

Arnbjørn T. Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Rógva Jacobsen.

Intensiteturin er ikki serliga stórur.

 

80 min

2-0

Christian Høgni Jacobsen hevur loyst Fróða Benjaminsen av. Tað ber við sær, at Jákup á Borg er fluttur inn aftur á sentralt miðvallarpláss, og at Christian Høgni Jacobsen er settur inn í høgra borði.

 

83 min

2-1!!!

Egil á Bø hevur minkað um munin.

Símun Samuelsen tiltuskaði sær fríspark í vinstru. Súni Olsen legði gott innlegg, og Egil á Bø var frammanfyri miðverjuna, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin framvið málverjanum, sum hevði tikið eitt stig fram úr málinum.

Jákup á Borg er skaddur uttanfyri, og nú eru bara tíggju føroyskir útispælarar.

 

87 min

3-1

Innskifti Mazilu er fyrstur á, eftir at Jákup Mikkelsen hevur hálvbjargað ikki serliga vandamikla skotroynd. Uppspælið var í vinstru, eftir at Føroyar høvdu lagt meiri fyri frameftir í vón um, at tað skuldi eydnast at røkka javnleiki.

 

90 min

Liðugt

3-1

 

Rumenia-Føroyar 3-1 (1-0)

1-0: Iulian Apostol 16.

2-0: Gheorghe Bucur 64.

2-1: Egil á Bø 83.

3-1: Mazilu 87.

Dómari: Alexander Gvardis úr Russlandi

Rumenia: Costel Pantilimo - Mirel Radoi, Razvan Rat, Ciprian Marica, Dorin Goian (George Falamaz 26.), Gheorghe Bucur, Iulian Apostol, Bogdan Mara, Varga Daciam, Nicolae Grigorore, Christian Panin.

Gult kort: Cristian Panin

Venjari: Razvan Lucescu

Føroyar: Jákup Mikkelsen - Jónas T. Næs, Egil á Bø, Atli Gregersen, Atli Danielsen - Christian Lamhauge Holst (Bogi Løkin, 69.), Jákup á Borg, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen (Christian Høgni Jacobsen, 80.), Símun Samuelsen - Rógvi Jacobsen (Arnbjørn T. Hansen, 73.)

Gult kort: Egil á Bø 27., Jákup á Borg 43., Símun Samuelsen 50., Atli Gregersen 82.

Á beinkinum: Meinhard Joensen, Johan Troest Davidsen, Arnbjørn T. Hansen, Jann Ingi Petersen, Einar T. Hansen, Christian Høgni Jacobsen, Bartal Eliasen, Bogi Løkin.

Venjari: Brian Kerr