Eldrafelagið hjá Starvsmannafelagnum er nýstovnað felag, og fyrsta tiltakið verður í hølum Starvsmannafelagsins klokkan fýra hósdagin Tann 16. Apríl í ár var stovnandi aðalfundur, har felag fyri eldri limir varð stovnað. Felagið fekk navnið EftirStarv og virkar undir hattinum hjá Starvsmannafelagnum.
Felagið er eitt áhugafelag fyri starvsfólk, sum fyri aldur ella av øðrum orsøkum eru farin frá ella eru um at fara úr almennum starvi.
Fundir og tiltøk fara at verða hildnir í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J.H. Schrøtersgøtu 9 í Havn.
Í nevndini fyri EftirStarv sita: Gunnleivur Dalsgarð, formaður, Ragnar Joensen og Inga Simonsen.
Nevndin er so smátt byrjað at leggja til rættis ymisk tiltøk og fundir vegna nýggja áhugafelagið, og nevndin bjóðar nú til fyrst tiltakið sum verður hósdagin klokkan fýra í hølum Starvsmannafelagsins í J.H. Schrøtersgøtu í Havn.
Karin Kjølbro, leiðari fyri Kriminalforsorgini í Føroyum og fyrrverandi politikari fer at hugleiða um evnið: ?UNG EYGU OG MINNIÐ? ? Hugleiðingar um lívskvøld við framtíð og dreymum.
M.C. Restorff fer at framføra nakrar av sínum vælkendu sangum, og fólk fáa eisini høvið at syngja nakrar sangir saman við honum. - Kaffi, te og okkurt gott afturvið verður at fáa.
Áhugafelagið vil gjarna hoyra frá fólki sum vilja koma til tiltakið í starvsmannafelagshúsunum hósdagin, so vissa fæst fyri hvussu nógv koma til fyrsta tiltakið hjá felagnum.
Starvsfólk, sum fyri aldur ella av øðrum orsøkum eru farin frá ella eru um at fara úr almennum starvi kunnu melda seg til við at senda ein teldupost til gunnleivur@epost.fo ella til ragnarc@olivant.fo










