Hon hevur valt at gera sína uppgávu um eina ávísa vøru, nevniliga Artisan vatn-upploysandi oljumáling. Hetta heldur hon verða sera spennandi, av tí at henni sjálvari dámar væl at mála. Hon prýddi vindeygu, gjørdi eitt galaríhorn, eitt lítið atelier í handlinum, skipaði fyri kunstnaratiltaki, spurnarkapping og setti vørur fram til kundan at royna seg við o.s.fr.
Leygardagin 21. juni var eitt kunstnaratiltak í Ìtrivsdeildini hjá Havnar Timburhandli. Maria Mørkøre, listakvinna úr Klaksvík, málaði við Artisan vatnupploysandi oljumáling. Nógv fólk vóru inni á gólvinum hendan dagin, tey fingu ein kaffimunn afturvið einum práti um at mála. Eisini kundu tey luttaka í eini spurnarkapping, har møguleiki var at vinna ymiskt Artisan tilfar. Spurningar vórðu settir sum t.d. "hvønn lit fært tú, um tú blandar reytt og gult?" so kundu tey royna seg við at taka pensilin og blanda hesar litir saman og finna fram til úrslitið. Maria sýndi fram 20 myndir, ið eru málaðar við Artisan oljumáling. Hon málar dagliga við oljumáling í læntum høli í Klaksvík. Orsøkin er at oljumálingin lugtar so sterkt, at tað ikki kann gerast heima. Seinastu tíðina hevur hon ikki havt umstøður til at verða nógv burtur heimanífrá, av tí at hon hevur tvey børn, eina gentu uppá 2 ár og eina uppá tveir mánaðir. Nú hevur Maria roynt Artisan málingina í 6 vikur, og dámar henni hesa vøruna væl, serliga av tí at hon kann arbeiða, meðan hon er heima hjá sær sjálvari. Maria heldur at munurin millun at arbeiða við hesari vatnupploysandi oljumálingini og vanligari oljumáling, sum skal blandast við terpentin ikki er stórur. Myndirnar vórðu sýndar fram til og við týsdagin 1. juli, har tey sum kundu hugsa sær at fari í gongd við at mála, kundu koma inn á gólvið og royna hesa máling. Edith Mørkøre skal til Danmarkar at framleggja sína endaligu uppgávu í september.