Dupult-sigur

Elspa Mørkøre og Shaila millum Garðarnar tóku gull og silvur, tá 50 metra frísvimjing var á skránni

Hóast talan bert var um 50 metrar, so var munurin niður til triðja svimjaran í feltinum 3/10 sekund, so talan var mest sum um føroyska uppvísing í hylinum.

Í innleiðandi svimjingini lógu tær báðar eisini fremst og næstremst, og tí var hetta kanska ikki so óvæntað kortini.

- Men ein 50 metur er ongan tíð avgjørdur, fyrr enn hann er færdigur. Har kann so nógv henda, sigur Shaila.

Og tú veitst kanska heldur ikki, hvar hinar eru?

- Eg síggi tær í hvussu so er ikki, tá teinurin er somikið stuttur.

Og hóast talan ikki gjørdist um gull, so var Shaila nøgd um avrikið.

- Elspa og eg kappast eisini heima í Føroyum, so sjálvandi vónar mann at vinna. Men silvur er fínasta slag. Eg svam mína bestu tíð, so tá skal mann ikki klaga.

Og Elspa. Var tín tíð eisini í lagi?

- Nei. Eg svam skjótari í innleiðandi, og tá gav eg ikki alt, so tíðina eri eg ikki nøgd um. Men sjálvandi eri eg glað fyri gullið.