Klaksvík:
Tíggju ára arbeiði er liðugt. Dragin liggur púra liðugur við kei í Klaksvík. Hann skal nýtast til útferðir frá nú og til skúlin byrjar aftur í august. Tá fer hann so at standa sínar fyrstu royndir sum skúlaskip.
Hans Eli Hansen, formaður í stuðlafelagnum Dragin, er ein sera fegin maður í dag. Í mong ár nú hevur hann glett seg til henda dagin, tá skipið endiliga fekk loyvini og kann setast í brúk.
? Nú vóni eg bara, at øll fara at fáa gleði av skipinum. Tað hevur verið sera stuttligt og spennandi, men nú er tíðin komin til, at skipið skal nýtast til tað endamál, tað er ætlað, sigur Hans Eli.
Fyri tíggju árum síðani setti Hans Eli seg í samband við fleiri aðrar mans, og saman hava teir staðið fyri øllum arbeiðinum við at gera Dragan siglingarkláran.
? Hetta er eitt gott dømi uppá, hvat kann koma burturúr, tá menn samstarva, sigur Hans Eli Hansen.
Tað, sum er so serstakt við Draganum, at hetta er alt sjálvboðið arbeiði. Tað vil siga, at menn hava nýtt teirra frítíð til at arbeiða umborð. Og nú Dragin er siglingarklárur er heldur ongin skuld at dragast við.
Hans Eli sigur, at heldur lata arbeiðið taka ta tíð, tað hevur tikið og koma væl og virðiliga undan tí, enn at gera alt skjótt og kanska standa við eini skuld, sum skipið so ikki megnar at rinda aftur.
Dragin verður sum sagt nú fyrst nýttur til útferðir. Og stovnar, virkir, feløg ella einstaklingar ? øll kunnu leiga Dragan til eina útferð. Og so tá skúlin er byrjaður aftur, tá vónar Hans Eli eisini, at skúlar kring landið fara at gera nýtslu av einasta skúlaskipinum í Føroyum í dag.
Tey, ið hava hug at leiga Dragan, kunnu seta seg í samband við Hans Eli Hansen á tlf. 456661.
Hans Eli leggur dent á, at tað hava verið nógvir mans um hetta arbeiðið.
? Tað verður altíð tosað við meg, men vit hava verið fleiri um hetta arbeiðið, sigur hann at enda.
Teir, ið hava verið mest við í arbeiðinum við Draganum eru:
Poli Mikkelsen, stjóri á Klaksvíkar Sjómansskúla
Eyðun Joensen, smiður
Martin Olsen, bedingsmeistari
Símun Johansen, timburmaður
Hans Olaf Hansen, tannlækni
Dorius Frederiksberg, kokkur
Kristin Rasmussen, verkfrøðingur
Fischer Johannesen, tollari
Hans Eli Hansen, lærari
Og so hava aðrir veitt eina hjálpandi hond eisini.
Heini Heinesen, maskinmaður og alt el-arbeiði hava Páll Mortensen, Áki Justinussen, Jákup Eydnugarð og Bogi Simonsen gjørt.










