DBU: Landsdysturin móti Føroyum helst avlýstur

Danska Fótbóltssambandið ynskir at avlýsa landsdystin móti Føroyum og bíðar eftir UEFA

Danska Fótbóltssambandið ynskir at avlýsa landsdystin móti Føroyum og bíðar nú bara eftir góðkenning frá evropesiska fótbóltssambandinum, UEFA.

- Vit ynskja ikki at bera smittuna víðari til tey veikastu í samfelagnum, og vilja heldur ikki seta okkara landsliðsspælarar, fjepparar ella onnur, sum er kring landsliðið, í vanda. Vit eru í samráði við UEFA um tey praktisku tingini við víkjandi landsdystunum, sigur Kenneth Reeh úr DBU.

Úr føroyska Fótbóltssambandinum verður sagt, at tey fylgja málinum, men har fyriliggur ongin endalig staðfesting enn. Tað er krav at møta til ásettar dystir hjá UEFA, og tí skal evropesiska Fótbóltssamgongan góðkenna eina avlýsing.

Føroyar skuldi upprunaliga spæla móti Danmark í Herning 27. mars. DBU hevur longu boðað frá, at tað verður uttan áskoðarar. Nú er ynski at avlýsa. Føroyar skulu eisini spæla móti Andorra á útivølli 30. mars.