Danskir ríkisborgarar skulu fara úr Libya

Ófriðurin í Libya hevur nú breitt seg um at kalla alt landið og er vorðin so ógvusligur, at danska uttanríkisráðið mælir øllum donskum ríkisborgarum, sum eru í Libya, til at fara haðani sum skjótast.

Uttanríkisráðið sigur, at eingin veit, hvat fer at henda, og tá samskiftismøguleikarnir samstundis eru sera svikaligir, er tað best, at allir danir fara úr Libya so skjótt, sum til ber.

Sambært uttanríkisráðnum eru 10 danskir ríkisborgarar í Libya júst nú. Teir flestu arbeiða hjá fyritøkuni FL Smidth.

Danski konsulin í Libya, George Wallén, sigur kvinnurnar og børnini fara ætlandi úr Libya beinanvegin, men at menninir verða eftir.

Tað er aftur ófriðarligt í Libya í dag, og fleiri keldur vilja vera við, at stjórnarbygningurin í høvuðsstaðnum Tripoli stendur í ljósum loga.