Dømdur fyri skuldnarasvik

Ein ungur maður varð í síðstu viku dømdur fyri roynd upp á skuldnarasvik.

Hann stóð upprunaliga ákærdur fyri við vilja og fyri at sleppa undan, at útlegg varð gjørt í bil sín, at hava umskrásett bilin í navnið hjá pápa sínum, bara tveir tímar áðrenn hann skuldi møta í fútarættinum, har útlegg skuldi gerast í bilinum.

Tað var eitt tryggingarfelag, ið ynskti at gera útlegg í bilin, tí bileigarin skyldaði tryggingarfelagnum oman fyri 20.000 krónur.

Frágreðingin hjá ákærda í rættinum var, at hann ikki hevði ráð at hava bilin, og tí hevði hann selt hann til pápa sín. Men av tí at hann búði uttan fyri Havnina, og ógvuliga sjáldan var í høvuðsstaðnum, hevði hann valt at fáa avgreitt umskrásetingina, tá hann kortini skuldi til Havnar.

At ørindi hansara í Havn vóru at møta í fútarættinum, har útlegg skuldi gerast í sama bil, hevði einki at gera við umskrásetingina, helt ákærdi upp á.

Ákærdi hevði tveir dómar hangandi oman yvir sær, men sambært dómaranum høvdu hesir ikki ávirkan á tað, ið ákærdi nú stóð ákærdur fyri.

Dómarin gjørdi tí av, at døma ákærda 20 dagar treytaða fongsulsrevsing. Orsøkin var hon, at bilurin varð 15 ára gamla, varð keyptur í 2009 fyri 7.000-8.000 krónur, og tí hevði ein uppboðssøla av bilinum neyvan givið tað heilt stóra.

Tí helt dómarin ikki, at ákærdi kundi dømast fyri annað enn roynd upp á skuldarasvik.