Clinton skal hálpa Obama

Hesa vikuna fær demokratiska frosetavalevnið í USA, Barrack Obama, hjálp frá fyrrverandi demokratiska forsetanum Bill Clinton.Valnevndin hjá Obama boðaði í gjár frá, at Bill Clinton fer at taka lut í einum veljarafundi, sum Obama skal halda í býnum Orlandi í statinum Florida.

Eins og Barrack Obama ber Bill Clinton orð fyri at hava góðar taligávur og at duga sera væl at fáa samband við áhoyrararnar, og á fundinum í Orlando skal hann royna at sannføra tey, sum styðjaðu Hillary Clinton undir uppstillingini, um, at nú eiga tey at atkvøða fyri Obama. Sjálv var Hillary Clinton á einum uppstillingarfundi hjá Obama í síðstu viku.

Florida er ein av teimum statunum, sum sambært kanningunum kann fáa avgerandi týdning fyri úrslitið av forsetavalinum í næstu viku. Bæði Barrack Obama og John McCain leggja seg tí eftir at fáa fólk har at atkvøða fyri sær.