Tá løgtingins umboðsmaður í oktobur í fjør var á eftirlitsvitjan á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, var eitt barn, 15 ára gamalt, innskrivað á opnu eindina. Hetta barnið var undir tvingsilsviðgerð.
Hetta er í stríð við altjóða barnarættindasáttmálan. Í honum stendur, at barn, sum frælsið er tikið frá, og vaksin skulu haldast hvør sær, uttan so at tað ikki verður mett at vera til gagns fyri tørv barnsins.
Í frágreiðing síni skrivar Løgtingsins umboðsmaður soleiðis:
- Ásetingin hevur við sær, at sáttmálalondini hava skyldu til at tryggja, at frælsistikin børn í útgangsstøðinum ikki eru innløgd á somu eind sum vaksin.
Sambært upplýsingum á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum tekur psykiatriski depilin einans móti sjúklingum, sum eru 18 ár og eldri. Um børn og ung hava tørv á innlegging, samstarvar eindin við barna- og ungdómspsykiatriina.
Løgtingsins umboðsmaður sigur, at í fyrstu atløgu ger hon ikki meiri við hetta málið, men at hon hevur tikið stig til at kanna viðurskifti, ið snúgva seg um innlegging av børnum á psykiatriska deplinum. Hon fer at viðgera hetta í eini frágreiðing fyri seg, sigur Sólja í Ólavsstovu.