BP-stjóri: Vit trýsta ikki leigurnar upp

Oljufeløgini, sum bora við Føroyar í ár, hava gjørt sítt ítarsta fyri at forða, at leigan er á rímuligum støði sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri

 


Oljuvinna og íbúðir



-Tað er ikki rætt, sum tað fleiri ferðir hevur verið sagt, at oljufeløgini eru við til at trýsta prísirnar á íbúðarmarknaðinum upp og harvið eru við til at skapa stórar trupulleikar í føroyska samfelagnum. Hetta sigur føroyski stjórin í bretska oljufelagnum BP, Hjarnar Djurhuus við Sosialin. Hann heldur atfinningarnar móti oljufeløgunum vera órættvísar og ósakligar og metir hann tað vera spell, at eisini fólkavaldir politikarar nú birta uppundir hetta sama. -Teir áttu at vitað betur og kundu kannað viðurskiftini, áðrenn teir líkasum vilja hongja oljufeløg út. Við hesum sipar Hjarnar Djurhuus m.a. til fyrispurningin, sum tingkvinnan Anita á Fríðriksmørk hevur sett Eyðun Elttør, landsstýrismanni um sosialu árinini av oljuvinnuni.


Hjarnar Djurhuus heldur tað vera í fínasta lagi, at vit fáa eitt orðaskifti um hesi viðurskifti men so skal tað eisini byggja á vitan og veruleika. Hann vísir á, at vit enn eru í einum leitingarskeiði, sum ikki hevur serlig árin á samfelagið annars. Og hvat íbúðarspurninginum víðvíkur, so eru oljufeløgini sera bevíst um teir trupulleikar, sum kunnu koma fyri, um tey ikki bera seg rætt at. Tí hava føroysku stjórarnir í BP, Statoil og Amerada Hess eisini tosað saman um at ansa eftir ikki at yvirbjóða og trýsta leiguprísirnar upp, so tað kann hava negativ árin fyri allan íbúðarmarknaðin. ?Vit hava alla tíðina tosað um prísir og hava verið samdir um at halda prísunum niðri.


Hjarnar Djurhuus upplýsir, at BP hevur leigað tvey hús, eitt í Havn og eitt inni á Nesi í Eysturoynni og síðani tríggjar íbúðir. Meðalprísurin er 6.800 kr. og tá eru íbúðirnar væl útgjørdar og í sera góðum standi. Hetta heldur hann vera ein sera rímuligan prís. Hjarnar Djurhuus sigur seg annars hava hoyrt nógvar søgur um methøgar leigur, ið tó púrt einki hava við veruleikan at gera.


BP stjórin loyvir sær eisini at ivast í, um so fá hús ella íbúðir eru at fáa til leigu. ?Vit hava í hvussu er fingið eina rúgvu av húsum boðin, sum vit kortini ikki hava viljað havt, deils tí at vit hava ikki havt brúk fyri teimum og tí tey hava verið alt ov dýr. M.a. hava fólk ringt og bjóðað hús fram til 20.000 kr. um mánaðin. Skeiv adressa.



Ikki veruleiki

Í fyrispurningi sínum til Eyðun Elttør sigur tingkvinnan Anita á Fríðriksmørk m.a.: ?Vónirnar til eina komandi oljuvinnu hava longu sett gongd á tað avleidda virksemið, sum m.a. hevur verið við til at økt um fólkavøksturin og verið við til at eggja fólki og serliga føroyingum til at flutt heim til Føroya. Henda brádliga øking í fólkatalinum hevur elvt til rættiligt trýst á húsamarknaðin og húsaprísirnar, og tað er ikki óhugsandi, at júst hetta kann koma at vera við til at økja um stættarmunin í okkara samfelag.?


Hjarnar Djurhuus ristir á høvdið og sigur, at hetta hevur einki við veruleikan at gera. -Sum sagt hava vit í oljufeløgunum tosað saman um hetta og eru samdir um at halda prísinum niðri. Hvat viðvíkur økta fólkavøkstrinum orsakað av vónunum til oljuvinnuna sigur Hjarnar Djurhuus, at hetta heldur ikki er heilt beint. -Eg kann bert úttala meg vegna eitt oljufelag. Vit hava samstarv við Atlantsflog, Faroe Dane, ESVAGT Tór oo. og eg dugi illa at ímynda mær, at hetta samstarvið hevur økt munandi um manningina. Á skrivstovuni eru vit bert tvey føst fólk, restin eru útlendingar, sum bara eru her fyri eina tíð. Hví verður ikki heldur sett fokus á eitt nú øll tey nýggju størvini hjá tí almenna og aðrastaðni í vinnuni sigur hann og spyr, hvørjar kanningar annars undirbyggja niðurstøðuna hjá tingkvinnuni.


-Herfyri úttalaði Randi Frederiksberg, sum hevur gjørt serritgerð um árin frá oljuvinnu seg til Sosialin og segði, at longu vónirnar til eina oljuvinnu kunnu síggjast aftur í samfelagnum so ella so. Og at alt ov lítið verður gjørt við at kanna og tosa um sosialu árinini frá hesi vinnu. Og sambart skránni hjá Sjónvarpinum sigur Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur og oljuráðgevi í eini sending í SVF mánakvøldið, at vit hava ongan oljupolitikk og øll orsøk er til at rópa varskó. Heldur tú, at orsøk er til at rópa varskó?


-Sjálvandi skulu vit vera til reiðar at møta teimum nýggju avbjóðingunum, men eg fari at siga sum løgmaður í ólavsøkurøðuni, at vit skulu taka tað eitt sindur róligt og ikki leypa fram av hvørki so ella so. Hjarnar Djurhuus vísir annars á, at tað eru sjálvandi útlendsk feløg, sum hava samstarv við vinnuna her og sum hava fólk her, men hann kann illa hugsa sær, at hetta skal hava havt nakrar týðandi avleiðingar og serligan fólkavøkstur við sær. -Vit mugu gera okkum greitt, at talan er um royndarboringar, sum vit ikki vita geva nakað. Tí kann eg illa ímynda mær, at feløg og virki hava gjørt so nógv burtur úr longu, at hetta hevur havt við sær stóra øking í fólkavøkstrinum.


Hjarnar Djurhuus heldur vit mugu ansa eftir ikki at yvirmeta týdningin av eini leiting. Verður nakað funnið ganga kanska upp til fimm ár til ein framleiðsla byrjar. ?So eftir míni metan er eisini góð tíð til at fara undir at fyrireika okkum betri og at seta í verk ein oljupolitikk eftir tí tørvi tá verður fyri slíkum ? tá oljan er staðfest. Men verður olja funnin, so er greitt, at tað skal ganga rímuliga skjótt at taka avbjóðingarnar upp.


Føroyingar við

Hann heldur annars, at føroyingar hava verið ótrúliga nógv við allastaðni á messum, skeiðum, fundum ol. har møguleiki hevur verið at kunna seg við hesa nýggju vinnuna. Nú seinast í Hetlandi. Og haraftrat hava fakfólk úr útlandinum verið her.


-Politikararnir hava eisini verið nógva staðni og kunnað seg um hesa vinnu, so at siga, at fólk og politikarar eru ófyrireikað meti eg ikki at vera rætt. Hjarnar Djurhuus skilur heldur ikki atfinningarnar móti teimum, sum stýra oljuvirkseminum í Føroyum. ?Eg kann bert siga, at fólk, sum hava verið innan oljuøkið í nógv ár, eru rættiliga ovfarin av, hvussu væl oljufyrisitingin hevur kunnað handfarið tingini og hvussu skjótt hon innan fyri eitt stutt tíðarskeið hevur kunnað klárað alt hetta við lóggeving, skatti ol. Tí er tað nokkso skuffandi, at politikarar og fólk, sum áttu at havt innlit í hesum, eru so negativ.


Hjarnar Djurhuus vísir á, at BP hevur tikið stig til eina frágreiðing av nettupp møguligum sosialum árinum og er hon so gott sum liðug. Ætlanin er at kunngera hana í vetur, møguliga á oljuráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum í november. Tað er bretski stovnurin Menas, sum stendur fyri arbeiðinum og hevur hann samstarvað við Fróðskaparsetrið.


Tá fokus verður sett á útlendsku oljufeløgini og teirra leiklut og ávirkan á føroyska samfelagið, heldur Hjarnar Djurhuus, at tað átti at verið ein góð trygd hjá samfelagnum, at hesi feløgini hava sett føroyingar í ábyrgdarstørv sum stjórar oa. Hesir vilja kunna gera sína ávirkan galdandi, har tað er tørvur á tí.


-Men so vil onkur siga: at skulu tit velja, so tæna tit heldur útlendsku áhugamálunum enn føroyska samfelagnum!


-Eg kann sjálvandi ikki úttala meg fyri onnur, men tað er púra greitt, at eg eri fyrst føroyingur og so arbeiði eg fyri eitt ella annað felag.