BP bar seg ikki skeivt at

- men spurningurin um føroyska luttøku skal takast upp undan hvørjari boring sigur stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen

Oljusáttmálar: Herfyri kærdu trý føroysk virki sína ónøgd við BP fyri Jarðfeingi í sambandi við arbeiðsuppgávur viðvíkjandi boring á landgrunninum.

 

Fólk frá BP vórðu tíðliga í vár inni á skrivstovuni hjá Faroe Agency og fingu at vita, hvat fyritøkan kundi bjóða til komandi boring á føroyska landgrunninum. Síðani hevði Árni Dam, stjóri bíðað eftir at kunna koma við einum tilboð, men hann frætti ongantíð aftur frá BP. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum segði við miðlarnar, at BP valdi tær fyritøkur, sum eru mettar at vera bestar á sínum øki. Men hann viðgekk , at tað kanska var skeivt ikki at boða hinum frá, at tær vóru vrakaðar.

 

Jarðfeingi spurdi síðani BP, um treytirnar um at geva føroyskum fyritøkum veruligan møguleika at bjóða í kapping við aðrar eru hildnar. BP svaraði, at treytirnar vóru hildnar.

 

Ein treyt í loyvunum er, at oljufeløgini átaka sær at geva føroyskum fyritøkum veruligan møguleika at bjóða upp á arbeiði og veitingar í kapping við útlendskar fyritøkur. Fólk frá BP vitjaðu fleiri føroysk virki í sambandi við boringina á landgrunninum og síðani vórðu gjørdar avtalur við fleiri undirveitarar. Fleiri av virkjunum vístu á, at av tí at arbeiðsskráin var so stutt høvdu fleiri av feløgunu ikki áhuga at luttaka, eitt nú tí tað er ein fyritreyt, at virkini senda síni folk til trygdarskeið í útlandinum.

 

Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi sigur við Sosialin, at báðir partar av lært av hesum málinum og verður hetta tikið til eftirtektar til komandi boringar.

 

Ásetingin í lógini tosað verður um sigur, at føroyskar fyritøkur skulu hava veruligar møguleikar at bjóða uppá vørur og tænastur í sambandi við oljuvirksemi á landgrunninum. –Kanska er tað eitt sindur ymiskt, hvat man leggur í orðini ”at hava møguleika at bjóða” sigur Petur Joensen, sum staðfestir eftir at hava viðgjørt aktuella málið, at BP hevur ikki gjørt nakað skeivt.

 

-Vit skulu langt út í nyansur í argumentatión fyri at gera metingar, hvussu henda regla skal tulkast, og har eru vit kanska ikki tey røttu. Men við bæði við hesum og onkrum øðrum í huga eiga vit kanska at hyggja eitt sindur uppá hesa áseting, og hvat man eigur at leggja í hetta.

 

-Fáa føroyskar fyritøkur nóg góðar møguleikar?

 

-Fyri at meta um tað, so mugu vit eisini til at tosa um, hvat ein nóg góður møguleiki er. Vit hava sum er ikki nakað veruligt at halda tað upp ímóti við. Men tá næsta boring verður so gera vit tað eitt sindur øðrvísi saman við oljufeløgunum og føroyskari vinnu við at hyggja eftir, hvussu hetta kann gerast betri. Tí tað kann gerast betri.

 

Stjórin í Jarðfeingi heldur, at allir partar hava lært nakað av hesum og verður hetta eisini tikið til eftirtektar í framtíðar borivirksemi her.