Bretland fer at angra at hava havt amerikanska forsetan, Donald Trump, á ríkisvitjan.
Soleiðis sigur borgarstjórin í Londin, Sadiq Khan.
Útsøgnin kemur, samstundis sum Trump í dag vitjaði á bústaðnum hjá forsætisráðharranum í London.
– Hann átti ikki at verið her á ríkisvitjan og fingið eina ríkisdøgurða. Tað er ein æra, sum bert skal gevast nøkrum fáum forsetum.
– Eg haldi, at vit komandi árini fara at angra at hava givið Donald Trump hesa ríkisvitjan, sigur borgarstjórin við Sky News.
Kahn og Trump hava verið í stríði hvør við annan í eina tíð.
Seinast í samband við ríkisvitjanina hjá Trump. Stutt fyri vitjanina segði Khan, at bretar ikki áttu at rulla reyða leyparan út fyri Trump. Tað fekk Trump í gjár millum annað at kalla Khan fyri ein tapara.
– Soleiðis vænti eg, at m´n 11 ára gamla dóttir uppførir seg, sigur Khan.
Spurdur um hann ikki átti at jarðað stríðsøksina, sigur Khan:
– Eg kann ikki tiga, tá rættindi hjá kvinnum og rættindi hjá LGBT+-persónum verða skerd í USA. Eg kann ikki tiga, tá leiðarin í frælsa heiminum verjir nationalistar, nýnazistar og antisemittar.
Hann heldur, at bretska stjórnin átti at sagt sum var við Donald Trump.
– Vit áttu at spurt, um hann ikki er greiður um, at hann er fyrimyndin hjá ytsta høgraveinginum kring allan heimin, sigur Sadiq Kahn.
Donald Trump kom í morgin til Downing Street 10 í London.
Tá hann hitti hann forsætisráðfrúuna, Theresu May, í morgun, tyktist ikki, sum um tey góvu hvør øðrum hondina.
May tó millum annað í hondina á fyrstufrúuni, Melaniu Trump, sum stóð við síðuna av forsetanum.
/ritzau/











