Løgreglan vil fegin hava greiði á eini hending, sum fór fram í Hvalba seinnapartin í gjár. Ein smádrongur, sum var á veg heim umleið klokkan seks seinnapartin í gjár, tá ið hann varð preiaður av einum bili. Bilførarin bjóðaði sær - á enskum - at koyra hann heim. Men drongurin kendi ikki bilførarin og var ikki tryggur við støðuna og tískil tók hann ikki av, men helt heim til gongu men løgreglan fekk boð um hendingina. Løgreglan sigur, at talan var um ein lítlan, eldri, reyðan bil, sum kanska hevði útlendskar nummarplátur og drongurin metti eisini, at førarin sá útlendskur út - og sum sagt, tosaði hann enskt.
Løgregla sigur, at tey vilja fegin frætta meiri um hetta. Tey leggja dent á, at talan kann saktans verða um eina heilt óskylduga forkláring, men tey vilja fegin hava greiði á tí. So er tað onkur, ið kann hjálpa løgregluni við fleiri upplsýsingum, frætta tey fegin um tað.