Bjóðaði av at berjast

Ein maður var so ólátaður á Norðoyastevnu, at løgreglan tók hann

Í gjárkvøldið tók løgreglan ein mann á Norðoyastevnu, og setti hann í varhald. Hann var rættiliga ávirkaður og harafturat var hann rættiliga ólátaður á tivoliøkinum.

 

Hann royndi at bjóða fólki av at berjast, men eingin tímdi at fáast við hann. Men tá ið hann ikki vildi gevast, varð bara ringt eftir løgregluni, og tey komu so eftir honum, og setti hann í varðhaldi, sigur løgreglan.

 

Í gjárkvøldið ringdi fólk annars eisini til løgregluna og boðaðu frá, at tey hildu, at koyringarlagið hjá tveimum bilførarum var heldur illgrunasamt. Teir vórðu báðir steðgaðir, men teir høvdu øll síni viðurskifti í rættlagi.