Forsetin í USA, Joe Biden, mátti á tíðindafundi í gjár royna at sannføra øll um, at hann framvegis hevur tað, sum skal til fyri at røkja starvið sum heimsins mest máttmikli persónur.
Men Biden fekk eina óhepna byrjan á tíðindafundinum, sum varð hildin í amerikanska samveldishøvuðsstaðnum, Washington D.C., fríggjakvøldið til okkara tíð.
Hann kom skjótt at blanda varaforsetan, Kamala Harris, við fyrrverandi forsetan Donald Trump.
- Eg hevði ikki valt Trump sum varaforseta, um hon ikki var kvalifiserað at vera forseti, segði Biden.
Fyrr um kvøldið blandaði Biden eisini ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskij, við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Tað hendi undir seinasta partinum av NATO-toppfundinum.
Hóast hvørki Biden ella Trump formliga eru valdir sum forsetavalevni hjá hvør sínum flokki, so hevur leingi verið greitt, at teir fara at kappast um sessin aftur hesaferð.
Men fleiri limir hjá demokratunum, sum Biden er valdur fyri, hava seinastu tíðina heitt á forsetan um at taka seg aftur sum valevni vil valið, sum verður 5. november.
Hetta kemst av stúran fyri sálarligu støðuni hjá 81 ára gamla forsetanum.
Biden hevur higartil noktað at taka seg aftur, og tað endurtók hann á tíðindafundinum í gjárkvøldið.
- Eg haldi, at eg eri tann besti persónurin til starvið. Fyri at tryggja, at Ukraina ikki fellur, segði hann.
Samstundis tók forsetin sær æruna fyri at hava fingið Svøríki og Finnland inn í NATO.
Hann førdi fram, at Trump, um hann verður afturvaldur, fer at gera Nato veikari og økja inflatiónina.
Á tíðindafundinum hostaði Biden ofta, og hann klutraði eisini fleiri av sínum svarum.
Svarini hjá honum gjørdust tó meira streymlinjað, so hvørt sum fleiri og fleiri journalistar fingu høvi at seta honum spurningar.
Biden stamaði sum barn og hevur gjøgnum alla sína politisku yrkisleið blandað nøvn og tosað skeivt.
Viðmerkingarnar hósdagin komu tó í eini tíð, tá hvørt orð, sum forsetin sigur, verður vigað av bæði vinum og kappingarneytum.
Eins og hann hevur gjørt áður, so viðgekk Biden á tíðindafundinum, at hann hevur brúk fyri at taka tað lættari enn hann ger í løtuni.
- Kona mín (forsetafrúan Jill Biden, red.) skeldar meg, segði hann um sína strævnu tíðarætlan.
/ritzau/