Besta byrjanin í fimm ár

– Hetta er besta byrjanin, vit hava fingið í fimm ár, sigur fegni málskjúttin, Jón Krosslá Poulsen. Undanfarnu fýra árini hevur VB/Sumba tapt fyrsta landskappingardystin, men í gjár vunnu teir á AB.

– Sigurin var fult uppiborin og vit vóru klárt betri. Eg haldi vit vóru meiri uppsettir og høvdu eisini meiri vilja, sigur Jón Krosslá Poulsen.
Hann ásannar, at dysturin móti argjamonnum ikki var teirra besti, men stigini eru væl tað, sum telja í síðsta enda.
– Tað var øgiliga týdningarmikið at fáa stig burtur úr hesum dystinum, har tað var nógv gypparí í fyrra hálvleiki, meðan seinni hálvleikur var betri, metir Jón Krosslá Poulsen.