Bíða framvegis eftir nýggja barnagarðinum

Beint undan bygdaráðsfundinum í gjár fekk borgarstjórin á Eiði, Tordur Niclasen handaðar 118 undirskriftir frá fólki, ið vilja hava barnagarðin í bygdini lidnan skjótast gjørligt. – Her má okkurt henda, sigur Marjun Poulsen, sum er ein av stigtakarunum til áheitanina

Eiði: - Barnagarðurin er so at siga liðugur, og tí undrar tað okkum at børnini ikki sleppa oman hagar, segði Marjun Poulsen við Rás2 beint undan bygdaráðsfundinum á Eiði.

Stutt frammanundan hevði hon, saman við Elisabeth Sólsker, Guðrun T. Jacobsen og Tove Kruse handað borgarstjóranum undirskriftirnar frá bygdarfólkinum.

Tað er langt síðani, at arbeiðið uppá nýggja barnagarðin byrjaði, men í seinastuni hevur verið líkt til, at stígur er komin í arbeiðið.

Einu tíðina ljóðaði, at hann skuldi verða liðugur í februar mánaði, men tá hetta ikki eydnaðist var upplatingin seinkað nakað. Nú spyrja hesar kvinnurnar og 114 onnur eiðisfólk um, nær stovnurin kann lata upp.

Samstundis við hetta vísa tey á, at umstøðurnar hjá børnunum í verandi dagstovni ikki eru nóg góðar.

- Vit vilja nú gera vart við okkara ónøgd, sigur tær fýra.


Ótolandi viðurskifti

Tað eru kortini ikki bert hesar fýra kvinnurnar, sum eru ónøgdar við at barnagarðurin ikki langt síðani er tikin í nýtslu.

Íalt eru 114 onnur fólk í bygdini misnøgd við tvey viðurskifti, tá talan er um umstøðurnar hjá børnunum í dagrøktini:

Í fyrra lagi vísa tey á, at tað eru meiri enn átta ár síðani at samtykt varð, at ein barnagarður skuldi byggjast. Og verður hann ikki liðugur fyri kommunuvalið í heyst, er hetta triðja valið síðani samtyktina í bygdaráðnum.

Í øðrum lagi vísa tey á støðuna í verandi barnagarði sum heldur til í EB-húsinum, og sum als ikki er gjørt til eitt endamál sum barnagarður.

- Støðan er ótolandi bæði fyri børn og starvsfólk. EB-húsið var at meta sum ein fyribilsloysn, men henda fyribilsloysnin er vorðin nakað long og er als ikki nøktandi, verður sagt í áheitanini á bygdaráðið.


Vánaligar umstøður

Víst verður á, at tá børnini skulu út fyri dyr, so leypa tey beint út á ein koyriveg gjøgnum bygdina.

Marjun Poulsen sigur, at tey somuleiðis ynskja at fáa ein kunnandi fund um barnagarðin, har greiða skal fáast á byggingini, liðugtgerðini og ætlanum í framtíðini.

- Verandi umstøður í EB-húsinum kunnu snøgt sagt ikki góðtakast, slær hon fast.

Tá tær fýra kvinnurnar settu sær fyri at gera nakað við málið, var spurningurin um bygdarfólkið mundi taka undir við teimum.

Tær fingu tó skjótt at sanna, at tað vóru ikki bert tær, sum undraðu seg yvir at tað gekk so seint við barnagarðinum.

- Jú, vit hava verið sera væl móttiknar. Fólk hava veruliga bakkað okkum upp, og tað sæst eisini aftur í talinum av undirskriftum, sigur hon. 






Liðugur í august


- Tað er ofta drúgt at bíða eftir góðum, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri.



– Men barnagarðurin verður liðugur í mánaði, slær borgarstjórin fast.

Tordur Niclasen vísir á, at arbeiðið við barnagarðinum hevur gingið uppá stás, bæði tá talan er um fíggjarætlanina og ikki minst tíðarætlanina.

1. apríl varð Dorit J. Kruse sett sum leiðari sett við barnagarðin, og næsta stigið verður at lýsa eftir starvsfólki, fáa innbúgvið til vega og gera liðugt uttanfyri.

- Eg skilji væl at fólk ótolnast. Men nú kunnu vit síggja fram til, at hesin barnagarðurin letur upp eftir summarfrítíðina, sigur borgarstjórin.

Hóast mongu undirskriftirnar sigur hann kortini, at ætlanin hevur allatíðina verið at barnagarðurin skuldi latast upp í august mánaði.

- Kanska tær næstu undirskriftirnar fara at takka okkum fyri henda snotuliga barnagarðin!, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri.