Ávara um falskar teldupostar

Enn einaferð eru følsk teldubrøv frá teldusníkum í umfari

Seinastu vikurnar hava onkrir føroyingar fingið falskar teldupostar frá gjaldstænastuni Nets, onkrum banka ella eisini onkrum peningastovni.

Tað hevur fingið Nets og eisini føroysku peningastovnarnar at gera vart við følsku teldubrøvini, ið eru í umfari.

Følsku teldubrøvini eggja móttakaranum til at lata persónligar og viðkvæmar upplýsingar so sum kortnummar og netbankakontur umvegis teldupost.

Tílíkar upplýsingar kunnu misnýtast av teldusníkum, og tí biðja peningastovnar og gjaldstænastur sum Nets ongantíð um persónligar upplýsingar umvegis teldupost.

  

Nets upplýsir, at móttekur tú ein slíkan teldupost, er umráðandi ongantíð at uppgeva persónligar upplýsingar um gjaldskort ella kontur og bara sletta teldupostin.

Hevur mann av óvart uppgivið persónligar upplýsingar, er tað av alstórum týdningi, at boða peningarstovninum frá sum skjótast, soleiðis at kontur og gjaldskort verða sperrað.