Oddfríður Marni Rasmussen
Í farnu viku hevur verið ráðstevna í Norðurlandahúsinum fyri teimum samkyndu. So skjótt sum útlendsku gestirnir vóru lendir, fingu føroysku krympireyvarnar alvorligt gorlop. Bíbliusitatini hava staðið í kø at rættvísgera teirra niðurgerandi úttalilsi. Vit hava talu- og skrivi-frælsi í Føroyum, so sjálvandi kann ein og hvør siga sína meining. Tað, sum harmar meg mest og fær øði í meg er, at ongin talar ímóti hesum óvenjing-unum. At Gerhard Lognberg og Jenis av Rana hava sínar meiningar, vita flest øll. Tað, sum er ósømiligt er, at ein landsstýrismaður, og so enntá í menta, kirkju- og skúlamálum, alment ber fram slík brot á mannarættindi. Eg veit um næming í fólkaskúlanum, sum er vorðin hóttir, tí hann er samkyndur. Tað, sum eg kundi hugsað mær at vita er, um landsstýrismaðurin umboðar tann, sum hóttir ella tann samkynda?
Prestarnir í hansara kirkju eru í øllum førum so mikið at sær komnir, at teir halda sínar meiningar fyri seg sjálvar. Teir siga ikki, tá ið teir signa samkomuna: Eg signi tykkum øll uttan teg á aftasta bonki, sum er samkyndur. Prestar hava helst hvør sína meining um hetta eyma mál, men teir velja at tiga, tí teir tæna fólkinum. Ráðharrin í menta-, skúla- og kirkjumálum velur ikki at tæna fólkinum. Hann velur heldur at tæna sínari egnu samkomu, har tey flestu ikki eru limir í fólkakirkjuni. At ongin tinglimur, sum hevur aðra meining enn hesir tríggir, hevur mótmælt, sigur mær so mikið, at teir hava somu meining sum hesir. Fyrsta røða løgmans var fyri teimum samkyndu, og tað einasta hann kann siga er, at allir tinglimir í hansara flokki mega hava egnar meiningar um etisk mál. Tað vil siga, at tá hoyra teir ikki til Javnaðarflokkin, men skifta í annan ham, annan flokk, ið hevur somu politisk mál sum teir.
Fyri gott og væl trimum árum síðani var eg í Íslandi, og var eg í Hallgrímskirkjuni, har ein svenskur samkyndur prestur helt eina sera rámandi prædiku. Hann nam við, hvussu ymiskir lærusveinarnir hjá Jesusi vóru, og so endaði hann við at siga, at um Jesus livdi í dag, hevði hann helst valt sær ein lærusvein, sum var samkyndur, tí hann livdi sítt lív fyri at hjálpa teimum, sum samfelagið ikki skoytti um. Um Jógvan á Lakjuni hevði arbeitt fyri øllum økinum, sum hann umsitir, átti hann ikki at slongt slíka fráboðan út alment, heldur átti hann at viðurkent tey samkyndu sum ein part av samfelagnum, ið ikki hevur somu sømdir sum onnur og arbeitt fyri teimum. Tað hevði verið nátúrligt um landsstýrismaðurin í skúla-, mentan- og kirkjumálum setti hesa ráðstevnu. Kirkju-, skúla- og mentamálaráðarrin kallar ístaðin tað at vera samkyndur fyri ónátúrligt. Tað er so nógv, sum er ónátúrligt. At senda fólk upp á mánan er ónátúrligt. At koyra í bili undir sjónum er ónátúrligt, men at vera samkyndur er nátúrligt í einum framkomnum samfelag, sum júst hevur lagt eina visiónsætlan fram til 2015. Tey hava eitt kynslív, ið ikki altíð líkist tí hjá okkum hinskyntu, men er tað ein orsøk at nokta teimum kærleika og rættin til at skráseta seg í parlagi, er tað ein grund til at spotta tey, at reka tey av landinum? Alla aðrastaðnis í heiminum hevði tað verið ónátúrligt.