At fiska síl

Hugurin at veiða og hugurin at fiska liggur í hvørjum menniskja, uttan mun til, um tað er føtt í New York ella Vágum. Næstan øllum dáma at fiska og fáa okkurt á, skrivar Jóan Pauli Joensen í hesari grein um at fiska síl

Nú er aftur summar og sílatíð. Á hvørjum ári havi eg ætla mær at fiska síl av álvara, men tá árið er farið, so hevur sílafiskiskapurin verið so hissini, ella mest sum eingin. Komi eg framvið einum handli, sum selur fiskiamboð, verður hugurin at fiska aftur vaktur í mær. Eg fari inn at hyggja, kanska keypi eg eisini okkurt smávegis. Seinasta summar, tá eg var í Vesturjyllandi steðgaði eg í Torsminde, sum liggur út móti Vesturhavinum. Har var ein handil, sum seldi mestsum alt, sum hevði við sportfiskiskap at gera. Eg keypti nakrar flugur og ein spinnara, men fall serliga fyri nøkrum sera fiksum smáum blýloddum við húkum í, sum tú kundi kasta langt út við sleingitráðuni.

 

Loddini vóru kortini ikki roknað til síl, men eg keypti tey kortini. Komin aftur fór eg ein dag inn á Kaldbaksbotn, har loddini vóru roynd. Úrslitið av veiðuni var millum annað tríggir rættiliga stórir longukálvar, nóg mikið til døgurða hjá fýra fólkum. Longulivur er tiltikin. Livrarnar vóru stoktar á la meuniere á heitari pannu. Ein rættiligur gloypibiti, fastari og øðrvísi enn onnur livur. Royndi einaferð afturat nakrar dagar seinni sjálvur annar, men varð skjótt fastur í botn og misti reiðskapin. Tað var fiskiskapurin hetta árið.

 

Hugurin at veiða og hugurin at fiska liggur í hvørjum menniskja, uttan mun til, um tað er føtt í New York ella Vágum. Næstan øllum dáma at fiska og fáa okkurt á. Kanska er hetta ein partur av instinkti ella ein íløga í genum okkara frá heilt fornari tíð, so at henda trongdin at veiða liggur latent í flestu av okkum, men tað er ikki hjá øllum at hon fær møguleika at koma fram ella at verða aktiverað. Tað eru heldur ikki øll sum hava møguleikar at fiska ella veiða, tað verið seg á í áum, vøtnum ella á sjógvi.

 

Smádreingir – smágentur við – vaksnir upp á asfaltinum í stórbýi, tykjast at hava líka stóran hug at fiska, tá tey fáa møguleikan, sum tey, ið eru vaksnir upp í eini føroyskari bygd. Vit eru jú ikki øll fiskimenn, men eg haldi, at tey allarflestu minnast tær løtur, har vit hava verið á floti, hava staðið á seiðabergi ella hava fiska síl og hava fingið okkurt á, sum sera ríkar løtur í lívi okkara. Sjálvt tann dagin eg fyri nøkrum árum var á “Whale watching” í Godthåbsfjørðinum, kundi eg ikki bara mær, tá tað bar til at fáa tráðu í hond og sleppa at kasta. Eg fekk tríggjar ulkur. Ein dani, keypmannahavnari, sum var við, spurdi hvat hatta vóru fyri fiskar. Skiparin, sum var grønlendingur, var skjótur at svara: “De har en stor kæft og ellers ikke noget, så vi kalder dem for københavnere.”

 

Hugurin at sleppa á flot ella at fiska liggur í okkum øllum, meira ella minni, tað skal ikki so nógv til fyri at vekja hann. Hjá summum monnum er tað at fiska ella sleppa á flot sjálvt lívið. Men her er stórur klassamunur á bátunum sum hetta lív fer fram í. Summir hava ein vanligan føroyskan maskinbát við húsi á ella kanska ein Kaldbaksbát ella ein minni fínan glastrevjubát. So eru tað gardinbátarnir, sum eru so fínir, at teir hava gardinur og eru innrættaðir sum stovur. Tað er næstan synd at dálka teir við fiskaroðslu og tað verður eisini sjáldan gjørt, men teir eru óførir at stima og reka grind við, so leingi teir ikki koma í drápið.

 

Teir rættiligu útróðrarmenninir royna við snøri ella snellu. Sportsfiskararnir hava tráðu við gyltum hjóli og litríkum pilkum í ymsum støddum, alt eftir sum “smagurin” hjá tí einstaka fiskinum er. Tað er stuttligari at fáa fiskin á tann hátt. Fyri ikki at tosa um risasportsfiskararnar, sum nú eru farnir at fiska hemarar og onnur stórdýr, og kappast um at fáa tann størsta fiskin. Jú, tað eru teir sum kunnu koma langt. Eg má viðganga, at eg skilji teir væl. Tað eigur at verða heilt forferdiliga stuttligt at baksast við ein hemara. Eri ikki sørt stoltur av guðsoninum – Heina veiðimanninum Weihe – the master of the sharks. Kanska verður tað skjótt so, at tað at lata bát til sportsfiskifólk, fer at vinna á sjálvari útróðrarvinnuni.

 

 

Tá ið piltur fer at fiska síl

Hugurin at fiska kemur tíðliga. Mamma segði fyri mær, at eg var ógvuliga lítil tá eg vildi sleppa at fiska. Hetta var ein trongd, sum hon tók í álvara, tí eingin hevði verið óðari at sleppa á seiðaberg, sum hon sjálv, tá hon var ung. Mamma plagdi at gera mær eina lítla tráðu við einum húkaskapilsi og setti meg at fiska í einum lítlum gili beint við húsini hjá okkum. Har fiskaði eg so hugagóður, til Ísak hjá Mouritsi ein dagin kom framvið og segði, at har fært tú neyvan nakað, stakkalin. Tá rivaði fyri eygunum á mær og eg sá at eg var hildin fyri gjøldur. Eftir tað kastaði eg ikki aftur í gilinum. Soleiðis hava mong foreldur í bestu meining hildið síni smáu børn fyri spott, men leingi vardi tað ikki til vit lærdu at kenna betri fiskileiðir.

 

Vit eru so heppin at hava fleiri vøtn í Vágum við sílum í, men tað var ikki har at tú fór fyrst at fiska síl sum lítil. Sjálvur havi eg havt ánna Stórá ella Konslánna sum granna. Hetta var ein av teimum stóru áunum í bygdini. Hinar vóru Kirkjuáin og so Skipáin úti á bakka. Eg havi fingið nógv stór síl í Stóránni. Men vit fiskaðu eisini í teimum smáu gilunum sum førdu til ánna. Tað vóru dagar har vit við tráðu, makkablikki og eini spann gingu Stóránna á tamb fyri at fiska síl. Vit fingu nógv síl, størri og minni, men ongantíð tey heilt stóru. Àarsíl verða ikki so stór.

 

Ofta var tað nóg mikið í sær sjálvum at fiska sílini, men eg minnist eisini viðhvørt at mamma kundi steikja okkum sílini til nátturða við breyði afturvið. At fiska síl í á er ikki nakað fyri vaksnar menn. Øskudólgur og sópingerkona, hildu kortini, at tey kundu liva av tí tilfeingi, sum áin gav:

 

Vit skulu taka tráðu í hond,

ganga oman við á,

fiska okkum smásíl

og føða okkum svá.

 

Tað skuldi kortini lítið til at vekja hugin hjá vaksnum manni, ið undir páskoti at ansa eftir unga alva sínum kom við eina løtu fram við ánni. Huginum bilaði einki, tá teir fyrst høvdu fingið tráðuna í hondina. Tann lítli mátti næstan berjast fyri at fáa hana aftur og sjálvur sleppa at fiska, tí hin eldri varð vorðin ov grammur.

 

Tá eg í 1963-64 var læraravikarur í Gásadali kom tað meira enn so fyri, at eg onkran dag fann uppá at fara at fiska síl í Dalsá. Útgerðin ikki annað enn ein langur pinnur við dorg og húki á endanum. Hetta var áðrenn flatmaðkurin hevði gjørt um seg, so maðkar vóru lættir at fáa fatur á, mestsum allastaðni fram við ánni. Tey stoktu smásílini, bert tey størstu vóru kruvd, hini vóru stokt sum tey vóru, gagnaðust væl við rugbreyði afturvið til nátturða í Stúgvum, har eg búði.

 

Sjósíl

Skal rætt verða rætt, so vóru tað ikki bert smádreingir, sum fiskaðu í Stóránni í Sørvági. Tí har komu eisini stór sjósíl niðan í ánna við hvørt. Eg minnist okkurt ár, tá vaksnir menn stóð við tráðu í niðara parti av ánni, tá tey stóru sílini komu, men nú eru nógv ár síðani, men tey koma helst allarhelst enn, men vit duga neyvan at síggja tað.

 

Tá eg kom aftur, eftir at hava verið við skúlabørnunum í Danmark á ferð, sum Leif Nolsøe, lærari, skipaði fyri í 1959, hevði eg keypt mær ein glúp. Hetta var seint á sumri. Eg fór í ánna við honum beinanvegin og hevði ikki verið burtur í longur enn eini 5 minuttir, tá eg kom aftur við einum stórum síli, sum eg hevði fanga við glúpinum í Eyrriðakulluni, sum vit róptu hana. Tað vigaði fleiri pund.

 

Tað verður sjáldnari og sjáldnari at ein sær smádrong standa undir brúnni og fiska í Konslhyli. Ljóðið var egið og hulisligt undir brúgvarhválvinum og har var stuttligt og trongt at standa og sílini vóru vanliga nógv í Konslhyli og hartil stór.

 

Satt at siga, so kann eg ikki ganga fram við eini á uttan at eg hyggi niður í hana fyri at vita um síl eru har. Eg plagi ofta at standa á brúnni og hygga eftir øllum teimum stóru sílunum sum nú svimja í Konslhyli. Tey eru so stór, at um tað var tá eg var smádrongur, so høvdu allir smádreingir farið frá húsum fyri at royna at fiska tey. Men tey fáa frið. Kanska hevur tann nýggja tíðin við sínum elektronisku spølum og sjónvarpi tyrvt veiðihugin í smádreinginum, ella kanska er Konslhylur ikki nakað virðiligt fiskimið hjá einum smádreingi í dag og hevur mist sína atdráttarmegi. Líka veit eg, men sílini tey eru har. Hin vegin ivist eg ikki í at veiðutrongdin kemur til sjóndar á annan og øðrvísi hátt.

 

Eg havi verið og fiska síl á øllum vøtnunum í Vágum, men nú eru ár síðani, at eg rættiliga havi verið og fiska síl. Eg havi, sum eg longu havi nevnt, havt ætlanir um tað á hvørjum ári, men so fer verðin við mær, tað er so nógv annað sum fer við tíðini, so tað verður ikki so ofta. Tíverri, tað hevði óivað verði betri fyri sál og likam enn so mangt annað sum ein fæst við og brúkar tíðina til – eitt nú at skriva um at fiska síl.

 

 

At fiska upp í sílaleyp

Føroyingar hava óivað altíð fiska síl. Jens Christian Svabo greiðir í 1780-unum frá, at tað eisini var kasta nót eftir sílum á sjónum, men tað vanliga var at fiska síl við tráðu í vøtnunum. Smáir sílahúkar fingust tá í 1780-unum til keyps í kongaliga einahandlinum, hjá øllum teimum, sum vildu fiska síl.

 

Tá høvdu teir ikki tær fínu sílatráðurnar, sum vit hava í dag, tær eksotisku gulu og løttu bambustráðurnar, sum vit kundu keypa, eru heldur ikki so gamlar í føroyskum høpi. Nei tað teir brúktu vóru sílatráður úr viði, men evnaðar til so at tær vóru so langar og lættar sum gjørligt. Helst hava teir havt teymasnørið og stáltráði fyri endan við sílahúki í, áðrenn alt var avloyst av nylon í ymiskum tjúgdum. At knýta nylonknút lærdi tú skjótt.

 

Teir gomlu vóru heldur ikki sportsfiskarir av tí slagi, sum vit kenna í dag. Tað lá ikki til teirra at brúka tíðina til slíkt fjas, uttan at verða vissir í fongi. Teir plagdu at fara í áirnar, sum teir nevndu tað, tá líkindini vóru, ofta í nógvum regni. Teir hildu seg har, sum áirnar runnu út í vatnið. Teir høvdu sílatráðu og sílaleyp við. Jóhannes av Skarði, sum hevur kanna føroysku leyparnar, vísir á, at teir í Vágum hava havt ein serligan sílaleyp, sum teir tóku við sær, tá teir fóru at fiska síl, so mikið nógv fingu teir vanliga. Sílini vóru sjálvandi etin til døgurða, og var ein góður avvekslingur í kostinum. Var nógv fingið av sílum, so var gjørt bæði knettir og frikadellur burturúr teimum.

 

 

Oddurin

Eg minnist, at vit plagdu at fiska við oddi niðri á Vatni, hóast forboð vist var ímóti tí, eins og tað vist eisini var ólovligt at seta sílalínu, men tað er so nógv ólovligt, sum verður gjørt kortini. Kanska var hildið at tað var gingið fiskastovninum ov nær við hesum oyðandi amboðum. Líka veit eg, men tað var ógvuliga stuttligt, men við hvørt eitt sindur fløkjasligt at fiska við oddi, serliga um fleiri komu á í senn. Tað vóru teir, sum høvdu fínar reyðar oddar, sum kundu klappast saman, men eg minnist, at eg sjálvur gjørdi mær ein odd við blýggi í neðra, so hann stóð upp og niður. Hann riggaði eins væl og hinir.

 

Við Kissa á Hvilvtkinnavatni

Einaferð minnist eg at mín góði skyldmaður Kissa, sum var klædnahandilsmaður í Havn og ein av Føroya ídnastu sílafiskarum kom í skúlan eftir mær. Hetta var í gamla skúla, at Kissa knappliga bankaði uppá dyrnar inn í skúlastovuna og stutt og greitt kunngjørdi fyri læraranum, at hann var komin eftir mær, tí vit skuldu á Kviltkinnavatn at fiska síl. Hetta man hava verið í 1957. Eg fekk frí, lærarin DD, sum hann vanliga var nevndur og Kissa vóru skyldmenn. Skjótur var eg at sleppa mær út og heim at gera meg kláran.

 

Kissa var ein sílafiskari av format, sum dugdi at brúka øll sílaveiðiamboð. Hann fiskaði allastaðni har tað kundi fiskast. Tey seinni árini tó mest á Saksunarvatni.

 

Eg minnist enn henda dagin vit fóru niðan gjøgnum Húsadal á veg til Kviltkinnavatn. Ein gamal sørvingur Tummas Jakku í Búðini, segði áðrenn vit fóru, við Kissa, at um hann fekk eitt av teimum stóru gomlu sílunum í Kviltkynnavatni, ið vóru gul undir búkinum, so skuldi hann eta tað rátt.

 

Vit fóru oman gjøgnum Skarðið. Eg minnist hvussu friðarliga Kissa vildi hava at vit skuldu nærkast vatninum, tá vit komu so langt. Tey gulu undir búkinum toldu ikki gang. Um eg fekk nakað síl, tað minnist eg ikki, í øllum førum hevur tað ikki verið nógv og ikki nakað stórt síl, men Kissa hann fekk tvey av hesum stóru sílunum, ið vóru gul undir búkinum. Fyri honum var tað alt vert og hann var í sera góðum lag.

 

Eg minnist, hvussu hesin hugnaligi skyldmaður mín hugnaði sær á hesi veiðuferð, Við sær hevði hann eitt líti kókiapparat og kyndi undir tí vit turrspritti. Hann gjørdi kaffi og vit fingu okkurt at eta. So festi hann sær í pípuna. Eg síggi hann enn fyri mær sitandi við pípuni í munninum burtur í egnum sílaheimi. Pípuroykurin fór upp í loft henda summar dag millum fjøllini. Vatnið var sum ein spegil. Tú hoyrdi fuglaljóð og rundanum Hvilvtkinnavatn var tann bera náttúra, har sást einki, ið var gjørt av mannahond.

 

Við tráðunum undir liðini, liggjandi á vøllinum, kaffikoppinum í hondini og einum stoltum eygnabrái, hugdi Kissa at hesum báðum stóru sílunum, ið hann helst gleddi seg til at vísa Tummas Jakku. Vit pakkaðu saman og løgdu leiðina oman til Fjallavatn, har vit eisini fiskaðu, men hetta kundi kortini ikki berast saman við løtuna á Hvilvtkinnavatni. Tummas Jákup í Búðini slapp at síggja sílini. Men hann át hvørki av teimum rátt. Tey hevði Kissa við sær til Havnar og mundi ikki hansara sílaveiðuvinir sleppa at síggja hesi fornu síl, sum vóru so gul undir búkinum.

 

Henda dag við Hvilvtkinnavatn, tað er ein løta, sum eg minnist afturá og væl kundi eg hugsa mær at verði sílaveiðimaður og laksaveiðumaður við somu entusiasmu og síla eydnu sum Kissa, men tað kemur kanska. At fiska síl í friði, lata ta reinu luftina, og vætuna kína sál og likami er uttan iva gott fyri fólk. Samstundis sum ein livur í vónini um at fáa okkurt. Kanska fáa tað stóra síli fyri ikki at tosa um laksin.

 

At tað at fiska er vorðið til ein sport er einki at undrast yvir. Her í Føroyum kunnu vit øll sleppa at fiska síl fyri lítið og lætt, men fert tú til Írlands ella Ísland so eru tað áir og vøtn, sum tú ikki sleppir at fiska í, uttan tí letur í 1000-vís av krónum afturfyri. Har er tað sportur hjá teimum ríku. Tað er vist tað, tey í dag nevna upplivingarbúskap. Tað eru enn fólk sum minnast teir bretsku lordarnar sum millum heimsbardagarnar báðar á hvørjum sumri komu vestur til Vágar at fiska síl á Sørvágsvatni og Fjallavatni við. Teir høvdu fast innivist hjá fólki. Dugdu at fiska síl um dagarnar og njóta ein góðan whisky ella eitt ella tvey gløs av ginn um kvøldarnar í friði og náðum tey góðu summarkvøldini, áðrenn teir fóru at leggja seg. Hesir menn gjørdu ikki nógv um seg, og teir eiga ikki at verða gloymdir.

 

Kanska skuldi eg farið og keypt mær eina flugutráðu, sum eg leingi havi ætla mær. Tað verður ikki leingi til at tann tíðin kemur, tá stundin er komin til aftur at fara at fiska síl – ella kanska skuldi eg fari at roynt eftir laksi eisini. Vit fáa at sígga.