Ársdagur fyri álopið á Charlie Hebdo

Mynd: Polfoto.

Í dag er eitt ár liðið, síðani Frakland varð skakað av yvirgangsálopinum á skrivstovuna hjá satirublaðnum Charlie Hebdo í franska høvuðsstaðnum París. 12 fólk doyðu og 11 onnur fingu løstir í álopinum.


Yvirgangurin steðgaði tó ikki við eina álopinum á skrivstovuna hjá Charlie Hebdo, men í tríggjar dagar tók óttin og óvissan kvørkratak um franska høvuðsstaðin, meðan yvirgangsmenninir, brøðurnir Saïd og Chérif Kouachi, megnaðu at flýggja undan løgregluni.


Umframt tey tólv, ið doyðu í Charlie Hebdo álopinum, so drupu islamsku yvirgangsmonnunum fimm onnur fólk í og kring franska høvuðsstaðin næstu dagarnar.


Í tveir dagar jagstraðu fronsku myndugleikarnar beiggjarnar, áðrenn tað eydnaðist at umringa teir í einari prentsmiðju uttanfyri París. Átta tímar seinni komu teir báðir yvirgangsmenninir úr bygninginum, meðan teir skutu eftir løgregluni. Báðir tveir vórðu dripnir á staðnum.


Beiggjarnir vóru tó ikki aleinaðir í teirra stríði, men fingu hjálp frá Amedy Coulibaly. Tá beiggjarnir vórðu umringaðir í prentsmiðjuni, leyp Coulibaly á ein jødiskan matvøruhandil, har hann tók fleiri fólk til gísla. Hann kravdi at beiggjarnir sluppu undan, annars fór hann at taka lívið av gíslunum.


Stutt eftir at Kouachi beiggjarnir vórðu dripnir eydnaðist tað servandum løgreglumonnum at bróta inn í matvøruhandilin og drepa gíslatakaran. Fimtan gíslar vórðu leyslatnir, men gíslatakarin hevði longu beint fyri fýra gíslum.


Eitt av sterkastu minnunum aftaná álopið í París, var fyri mong at eygleiða hvussu franska tjóðin savnaðist fýra dagar seinni, 11. januar, á gøtunum í París. Nærum tvær milliónir fólk tustu út á gøturnar fyri at vísa, at franska tjóðin stóð saman móti yvirgangi. Stjórnarleiðarar úr øllum heiminum luttóku.


Álopið var størsta yvirgangsatsóknin í Fraklandi síðani 1961, men tað gekk ikki long tíð áðrenn Frakland aftur varð skakað av yvirgangi. 13. november 2015 lupu fleiri islamskir yvirgangsmenn á ymisk mál í franska høvuðsstaðnum í einum álopi, ið kravdi 130 mannalív.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.