Arbeiðssteðgurin hjá pedagogum møguliga avlýstur

Arbeiðsgevararnir hava stevnt pedagogfelagnum við kravi um, at arbeiðssteðgurin, sum er lýstur at klokkan 11 í morgun, er ólógligur. Rætturin tekur støðu beinanvegin og fáa arbeiðsgevararnir viðhald, verður arbeiðssteðgurin av ongum Pedagogfelagið hevur lýst við, at klokkan 11 í dag fara allir pedagogar, sum arbeiða á kommunalum stovnum, at leggja arbeiðið niður í eitt samdøgur.

Tað´fer at raka barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar o.s.fr.

Tað ger felagið, tí mett verður, at samráðingarnar við kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru slitnaðar.

Men hetta góðtekur kommunala arbeiðsgevarafelagi ikki og tískil hevur felagið stevnt pedagogunum fyri fasta gerðarrættinum við kravið um, at arbeiðssteðgurin verður lýstur at vera ólógligur.

Gerðarrætturin skuldi taka málið til viðgerðar beinanvegin í morgun og skuldi koma til eina fyribils niðurstøðu áðrenn klokkan 11 í morgun.

Kemur rætturin til ta niðurstøðu, at arbeiðssteðgurin er ólógligur, verður hann avlýstur, verður arbeiðssteðgurin av ongum og so verða barnagarðar, vøggustovur, fritíðarskúlar o.s.fr. opin sum vanligt.

Avgerðin hjá Fasta Gerðarrættinum er endalig og kann ikki skjótast inn fyri annan rætt. Men fyribils niðurstøðan stendur so við, til rætturin hevur tikið eina endaliga støðu.