Anfinn, Eyðgunn, Magni og Bjørn sum løgmenn og fíggjarmálaráðharrar

Eingin stjórn, sum hevur havt eitt heilt ár at gera eina fíggjarlóg, og harvið vísa hvat hon vil, hvønn politikk hon vil raðfesta, kann forsvara at leggja fram eitt fíggjarlógaruppskot, sum stjórnin sjálv ikki stendur aftanfyri. Hon eigur at leggja kongin í somu løtu, hon ásannar, at hon ikki megnar at stýra

Tí hesa heldur ørkymlandi yvirskrift – tað er nevniliga latið upp í hendurnar á limunum í fíggjarnevnd Løgtingsins at siga, hvussu raðfestast skal á fíggjarlógini fyri 2010.

Tað kann ikki sigast greiðari enn við orðunum hjá Jørgeni Niclasen í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum 1. oktobur: Landsstýrið kláraði ikki at semjast um eina fíggjarlóg, tí er tað at “samgongan uppí í løgtinginum má finna endaligu semjuna um býtið”. Uttan at blunka viðgekk hann, at landsins leiðsla hevur verið noydd at spæla bóltin niðan í Løgtingið – ikki til at justera og gera smærri broytingar. Nei, tað er har avgerðirnar um hvørjar tær stóru raðfestingarnar skulu vera, og harvið eisini hvørt hendan samgongan skal reka ein ávísan politikk – ella ein heilt annan.

Hetta er enn ein váttan um, at ABC er stjórn sum ikki stjórnar, men bert administrerar, uttan felags kós ella greið hjartamál. Tí eydnast tað heldur ikki stjórnini at raðfesta, tí hvussu raðfestir man ein politikk, sum ikki er til?

Í fjør – fyrsta fíggjarlógin hjá hesi samgongu – var uppgávan at raðfesta eisini latin løgtingsins fíggjarnevnd. Tá var haldbar grundgeving, at skotbráið at gera fíggjarlógina var sera stutt (eisini hóast ABC hevði sitið í 4 ár stutt frammanundan, og sostatt átti at kent sínar raðfestingar).

Men hesaferð hevur landsins stjórn havt eitt heilt ár til at vísa hvønn politikk hon vil reka. Enn einaferð er tað latið í hendurnar á fíggjarnevndarlimunum. Og við hesum er ikki talan um nakra yvirskipaða politiska kós fyri at føra landið framá, men um hvør hevur gløggastu evnini og hvassastu albogarnar at fáa mest í sín part.

Anfinn, Magni, Eyðgunn og Bjørn kunnu, sum samgonguumboð í fíggjarnevndini, hyggja í spegilin og smílast til sín sjálvs sum virkandi fíggjarmálaráðharrar og løgmenn – ja, og kanska andstøðuumboðini Annita, Tobbi og Bill, kunnu gera tað sama.