Almenn starvsfólk krevja lønarhækking

Fleiri túsund starvsfólk, sum arbeiða hjá tí almenna, fara nú at krevja eina munandi lønarhækking fyri at vinna ógvusligu príshækkingarnar hesa seinastu tíðina, innaftur. Fyri at trekkja tenninar úr landsstýrinum fara fleiri stór fakfeløg, nú at gera ein felagsskap, sum skal styrkja tey í samráðingum við landsstýrið og sveinaroyndin verður longu í heyst

- Nú skal álitið á Karsten Hansen standa sína roynd.

Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Sman við fýra øðrsum stórum fakfeløgum, fer Starvsmannafelagið nú at krevja lønarhækking og tí fara tey at boða Karsten Hansen til samráðingarborðið beint eftir summarfrítíðina.

Hini feløgini eru Lærarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Pedagogfelagið og Havnar Arbeiðsmannafelag og saman við Starvsmannafelagnum fara tey nú at orða nøkur felags krøv til landsstýrið.


Rætt til samráðingar

Í 2006 breyt Starvsmannafelagið upp úr nýggjum við at gera ein fýra ára sáttmála við fíggjarmálaráðið.

Hetta er fyrstu ferð, at so drúgvur sáttmáli verður gjørdur á almenna arbeiðsmarknaðinum og hann gongur sostatt ikki út fyrrenn tann 1. oktober 2010.

Tað gjørdi Starvsmannafelagið fyri at vísa samfelagssinni, sum tey søgdu og tí at tey mettu at tað hevði stóran týdning fyri allar partar at tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum í eitt longri tíðarskeið enn tey tvey árini, sum eitt vanligt sáttmálaskeið er.

Men fyri at gardera seg, fekk Starvsmannafelagið ein ventil í sáttmálan, sum segði, at broytast viðurskiftini í samfelagnum, sum ávirka lønarlagið munandi, skal tað bera til at samráðast um lønina av nýggjum tann 1. oktober í ár.

Men tað stendur eisini, at hetta kann ikki føra til, at sáttmálin verður uppsagdur.

Tó skal leggjast afturat, at frammanundan varð ein sáttmáli gjørdur við Føroya Arbeiðsgevarafelag um starvsfólk hjá Føroya Tele og hann var upp á trý ár og níggju mánaðir og har var eisini ein orðing um at endurskoðað lønina, henda munandi broytingar.

Síðani hava eisini onnur feløg fingið somu orðing, sum gevur teimum rætt til nýggjar samráðingar mitt í sáttmálaskeiðnum.


Karsten standa sína roynd

Og Selma Ellingsgaard sigur, at tað kunnu ikki vera fleiri meiningar um, at fortreytirnar fyri sáttmálanum eru munandi broyttar við nógv hækkandi prísum á bæði olju, mati og bústaði.

Tí fer Starvsmannafelagið, saman við hinum feløgunum nú at krevja meiri í løn og ætlanin er, at samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið skulu byrja beint eftir summarfrítíðina.

Og forkvinnan í Starvsmannafelagnum staðfestir, at nú skal álitið á Karsten Hansen standa sína roynd.

- Nú fáa vit at prógv fyri um Fíggjarmálaráðið veruliga meinar nakað við tað, sum stendur í sáttmálanum.

Men hon staðfestir eisini, at vísir tað seg, at lyftini frá fíggjarmálaráðnum í sáttmálanum bara eru tóm orð, fer hetta uttan nakran sum helst iva at fáa stórar avleiðingar við sær til næstu regluligu samráðingar í 2010.

- Fáa vit ikki lønarhækking nú, verður ongin ivi um, at krøvini vera bara so mikið størri í 2010. Og tað er samstundis greitt, at vit fara aldrin at góðtaka at gera ein so drúgvan sáttmála aftur.

- Men vit ivast ikki í, at fíggjarmálaráðið ætlar at halda orð og nú eru viðurskiftini broytt so nógv, at vit hava krav upp á eina serliga lønarhækking nú, leggur hon afturat.


Munandi lønarhækking

Hvussu stóra lønarhækking, tey fimm fakfeløgini fara at krevja, fáa tey ikki sagt so nógv um enn, tí tað er nakað, sum tey fara at rokna seg fram til í summar.

- Men tað er greitt, at talan skal verða um eina hækking, sum munar, tí prísirnir eru farnir nógv upp hesi bæði seinastu árini.

Í hesum sambandi kann upplýsast, at á heysti í 2006, tá ið sáttmálin kom í gildi, var prístalið 106,5 stig, men nú er tað næstan 113,9 stig.

Sostatt eru prísirnir hækkaðir 6,4 prosentstig hesi bæði árini.

Samstundis hava lønarhækkingarnar ligið um 3% um árið. Men ein partur av tí er eftirløn, sum løntakara ikki fáa atgongd til, fyrrenn teir fara frá fyri aldur.

- Eftirlønina fáa vit ikki keypt fyri nú og sostatt er veruliga lønarhækkingin ikki meiri enn góð 2% um árið. Sostatt er tað greitt, at lønirnar eru afturúrsigldar hesi bæði árini og at keypiorkan er fallin.

Hon vísir eisini til, at í grannalondum okkara eru sáttmálar akkurát nú gjørdir við eini lønarhækking, upp á eini 4,5% um árið.

Sum tað sæst á hinari greinini her á síðuni, er ætlanin at fleiri fakfeløg at ganga saman í samstarv í samráðingum við Landsstýrið og fyrsta royndin verður í heyst.

Les eisini greinina: Fakfeløg royna at trekkja tenninar úr landsstýrinum