Allir tunlar í Føroyum setast í pant fyri útbygging

- Tá ið Smyril er uppslitin um 20 - 25 ár, má tað vera koyrandi til Suðuroyar

 

Tað er visjónin hjá Janus Rein, uttanflokkatingmanni.

 

- Eg stúri fyri, hvat ein nýggjur Smyril fer at kosta. Tað má ikki henda, at vit noyðast undir ein nýggjan Smyril. Vit mugu leggja til rættis, so mikið langt fram í tíðina, at tá ið Smyril er uppslitin, skal tað vera koyrandi til Suðuroyar, sigur hann.

 

Janus Rein heldur eisini, at hann hevur funnið mátan, hetta kann gerast upp á.

 

Nú Løgtingið fer at viðgerða uppskotini um Eysturoyartunnil á aðru viku, fer hann at tveita ein alternativan bólt í luftina, sum hann vónar, at tinglimir vilja lofta og viðgera.

 

- Eg dugi ikki at síggja nakran mun á einum tunli undirsjóvartunli og einum omansjóvartunli.

 

Hann heldur tí, at allir tunlar skulu leggjast í ein pott og gjald skal takast fyri at koyra ígjøgnum teir.

 

- Hvørja ferð, ein keypir bil í Føroyum, skal ein kubbi til tunlar fylgja við, sum so telur niður, hvørja  ferð, vit koyra ígjøgnum ein tunnil.

 

- Verður gjald lagt á allar tunlar, kanst tú koyra ígjøgnum teir fyri lítið og lætt, , kanska fyri bara einar tvær, tríggjar krónur, sigur hann.

 

Og tey, sum koyra til og frá arbeiði, fáa frádrátt fyri tað umvegis skattaskipanina.

 

Hann sigur eisini, at tað er eitt ómetaliga stórt virði í øllum tunlunum.

 

Tí heldur hann, at allir tunlar skulu brúkast sum pantseting fyri eini fígging til at byggja okkara undirstøðukervið út fyri.

 

- Tað er ein máti at útvega skjóta fígging til at útbyggja samferðslukervið fyri, heldur Janus Rein.


 

- Hann heldur, at tað er ein langdrigin tilgongd at seta eitt sindur av hvørt ár og so rinda kontant.

 

- Skal hetta verða framferðarhátturin, dugi eg ikki at síggja fyri mær, nær allir teir ætlaðu tunlarnir verða gjørdir, so at suðurøkið eisini verður knýtt uppí meginøkið.


 

- Men verða allir tunlar í landinum lagdir í eitt alment partafelagfelag, hava teir eitt stórt pantsetingarvirðið, sum kann brúkast at útvega serstakliga bíliga fígging við, tí við øllum tunlunum í panti, verður rentan nógv bíligari.


 

- Talan er um eitt virðið á 10-20 milliardir í veðsetingarvirði, sum kann tryggja okkum serstakliga bíliga fígging til at útbyggja samferðslukervið fyri.

 

- Vit eru ikki liðug at útbyggja samferðslukervið, fyrrnn tað er koyrandi til Suðuroyar.

 

- Janus Rein dugir ikki at síggja nakran vanda í, at alt slíkt dettur niðurfyri so at panthavarin endar við at eiga allar tunlar í landinum.


 

- Annars heldur hann, at eftirlønargrunnarnir eiga at verða nógv virknari í royndunum at byggja samferðslukervið út, tí har er ein stórur pengatangi at taka av.