Koronasmittan ger um seg í øllum heiminum. Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði, skriva Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Boðað verður frá, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar. Fyrst í viku 16 verður avgerðin endurskoðað, skriva teir.