Tilkalling
Alarmcentralurin er púra tryggur, og fólk hava onga grund til at óttast, at hann ikki riggar, tá brúk er fyri honum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur.
Í samrøðu við sløkkiliðsleiðaran í Miðvági- Sandavági í týsdagsblaðnum skrivaðu vit, at alarmcentralurin ikki riggaði, tá venjing var í undirsjóvartunlinum sunnukvøldið.
Har er bland komið í hugtøkini, vísir Jón Klein Olsen á. Talan er ikki um alarmcentralin, men um eina tilkalliskipan, sum nýtt verður á politistøðini at kalla sløkkiliðsmenninar til arbeiðis við.
Tað er soleiðis, sigur Jón Klein Olsen, at alarmcentralinum fæst fatur á við at ringja 112. Hin skipanin, sum ikki virkar optimalt, við gongur hann, er ein skipan, har ringt verður útaftur, eftir at alarmcentralurin hevur fingið boð.
Hann ásannar, at trupuleikar hava verið við hesi skipanini, og at arbeitt verður við at loysa teir. Fólk frá Føroya Tele hava gjørt, og gera framvegis, stórarbeiði fyri at finna fram til, hvat tað er, sum er galið.
At hjálpa sær hava teir heitt á sløkkiliðsmenninar um at ringja til eitt ávíst nummar hjá Føroya Tele, fyri á tann hátt at lokalisera eina møguliga linju, sum svíkur.
?Men eg má ásanna, sigur Jón Klein Olsen, at ikki allir sløkkiliðsmenn taka tað í nóg stórum álvara. Tí eftir venjingina sunukvøldið varð aftur heitt á sløkkiliðsmenninar um at ringja og kanna eftir, hvussu til stóð. Men tað vóru bara tríggir, sum ringdu mánadagin, sigur hann.
Tað áliggur annars sløkkiliðunum eftir grein 12 í brunalógini at hava slíka skipan, men bara Tórshavnar- og Klaksvíkar Kommunan hava gjørt hesa skipan til síni sløkkilið, sigur Jón Klein Olsen.