Air France-KLM vitjar Vága Floghavn

í samband við Visit Faroe Islands í maj

Tað er í sambandi við stóru ferðavinnumessuna, Visit Faroe Islands, sum verður í Føroyum frá 2. til 5. mai, at tvey umboð fyri Air France-KLM koma á vitjan í Føroyum í dag.

Talan er um søluleiðaran á danska marknaðinum, Jens Vestergaard, og country manager, Vincent Audusseau.

– Hetta er fyrstuferð, at umboð fyri hetta flogfelagið vitja Føroyar, og teir koma sum sagt í samband við Visit Faroe Islands. Endamálið við teirra ferð til Føroyar er at kunna seg um teir møguleikar, sum flogvøllurin og Føroyar annars hava at bjóða, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.