Áhugin fyri Føroyum størri enn nakrantíð

Enn einaferð eru Føroyar nevndar á einum lista yvir vitjunarverd støð. Visit Faroe Islands gleðist um, at arbeiðið hjá teimum gevur ávøkst.

National Geographic, CNN, CBS, The Guardian og nú The New York Times.



Talið av miðlum, sum tilnevna Føroyar sum eitt av heimsins mest spennandi ferðamálum í 2015, sær bara út til at vaksa. Seinastu mánaðirnar hava fleiri av heimsins størstu fjølmiðlum umrøtt Føroyar í hesum høpi.



Fleiri av miðlunum vísa til sólarmyrkingina í mars sum ein av høvuðsorsøkunum til at vitja Føroyar. Men hetta er ikki tað einasta, sum verður nýtt til at freista ferðafólk til klettarnar.



Umframt sólarmyrkingina, vísa stóru miðlarnir á, at Føroyar hevur nógv at bjóða ferðafólki. The Guardian skrivar millum annað um Hoyma konsertirnar, og í The New York Times er tað matmentanin, og serliga matstovan KOKS, sum ljós verður varpað á, meðan aðrir miðlar vísa á t.d. Bindifestivalin í Fuglafirði í vár.



Visit Faroe Islands hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at skapa umrøðu í útlendskum miðlum, millum annað við at bjóða fjølmiðlum hendavegin at vitja. Mett verður, at nógva umrøðan er eitt úrslit av hesum arbeiði.



- At Føroyar verður nevnt í fleiri av heimsins týdningarmiklastu miðlunum hevur við sær, at miðlar aðrastaðni í heiminum, sum til dømis í Írlandi, Avstralia, Ný Sælandi, India og Asia eisini tosa um Føroyar. Týdningurin av, at verða nevnd í hesum stóru miðlunum, kann ikki undirmetast, tí vit síggja ágóðan av hesum um allan heim, sigur Súsanna Sørensen, leiðari fyri marknaðarføring og PR hjá Visit Faroe Islands.

Umframt ágóðan her og nú, kann Visit Faroe Islands og vinnan eisini brúka umrøðuna í marknaðarføringni av Føroyum yvirfyri ferðasmiðum uttanlands við at vísa á, at fleiri stórir miðlar hava víst á Føroyar sum eitt spennandi ferðamál.



National Geographic, CNN, og The Guardian vóru gestir hjá Visit Faroe Islands í 2014, og longu nú hava CBS and The New York Times boðað frá, at teir koma á vitjan í 2015.

 

Les samrøðu við Súsannu Sørensen, marknaðarleiðara á Visit Faroe Islands, í Sosialinum, ið kemur út seinnapartin.